Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Les Eklund, stjóri í Hotel Havgrím: - Vit hava helst verið heppin við 'timingini' (mynd: egin/fb).

Les Eklund, stjóri í Hotel Havgrím: - Vit hava helst verið heppin við 'timingini' (mynd: egin/fb).

Hotellið er - "The Perfect Hideaway" - tað fullkomna goymistaðið, skrivar tíðarrit til menn, Mens Journal.

Miðilin hevur ein lista yvir 10 tey nýggjastu og mest sermerktu norðurlendsku gistingarhúsini sum eru, sum miðilin sigur, "Blow-Your-Mind Beautiful".

Lis Eklund, stjóri á Hotel Havgrím, sigur við VP, at tey eru sera fegin um byrjanin, sum hevur verið betri enn tey høvdu torað at vænta.

- Vit hava havt sera nógv at gjørt í summar. Virksemið byrjaði í vár og vit hava nærum havt fult hús síðani. Vit hava eisini fingið nógvar góðar afturmeldingar, og tað fløvar, sigur hon.

Útlendingarnir leggja stóran dent á at síggja havið, og har hevur Hotel Havgrím ein stóran fyrimun. Ikki tí at havið ikki sæst úr øðrum gistingarhúsum. Men tí at fá gistingarhús í Føroyum liggja so nær havinum, ella at kalla beint við havið. 

Vanliga verður sagt, at øll byrjan er trupul, og tað kennist Lis Eklund eisini við.

- Men vit hava kanska tann fyrimunin, um eg kann siga so, at vit kenna eitt sindur til bransjuna frammanundan.

Lis Eklund sipar til tíð sína sum stjóri og dagligur leiðari av Hotel Føroyum. Har var hon í 10 ár, eins og hon og familjan í skjótt nógv ár eisini hava átt og rikið Kaffihúsið í Vágsbotni.

- Til ber kanska at siga, at vit hava havt tíðina ella 'timingina' við okkum. Vit lótu upp júst sum ferðafólkaárstíðin byrjaði í ár, og føroyska ferðavinnan hevur jú veruliga fingið vind í seglini nú, sigur Lis Eklund við VP.

Les Eklund, stjóri í Hotel Havgrím: - Vit hava helst verið heppin við 'timingini' (mynd: egin/fb).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo