At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bæði á Hotel Brandan og Hilton Garden Inn fegnast tey um góðu undirtøkuna sum gistingarhúsini hava fingið frá føroyingum.

- Vit hava uppfunnið hugtakið "mikuskiftið", tí hotellið er so gott sum fult vikuskiftini langt fram í tíð. Men mitt í viku er pláss, sigur Martin Restorff, stjóri í nýggja Hilton Garden Inn hotellinum í Havn. Hann sigur, at føroyingar hava veruliga tikið gistingarhúsið til sín, og hann er sera væl nøgdur við gongdina.

- Vit seldu væl yvir 1.000 kamarsnætur uppá eitt samdøgur herfyri, tá vit høvdu eitt serligt átak, sigur Martin Restorff við VP.

Eisini hjá Brandan sær gott út í vikuskiftunum. Brandan hoyrir til somu fyritøku sum Hotel Hafnia, so har eru tvey gistingarhús at fylla. Men tað sær gott út, sigur stjórin, Pætur Trónd Thomsen.

- Vikuskiftini er sera nógv at gera, eisini er nógv fundarvirksemi, og vit eru sera glað fyri at tað eru føroyingar sum koma at gista og royna nýggju fasilitetirnar, sigur hann.

At útboðið er blivið so stórt, við fleiri nýggjum gistingarhúsum afturat teimum sum vóru, trýstir prísirnar, og tað hevur sæst við nógvum tilboðum, men at tosa um beinleiðis prískríggj er at gera ov nógv av, heldur Pætur Trónd Thomsen.

- Tað er spurningurin um útboð og eftirspurning sum ger seg galdandi. Útboðið er nógv vaksið, men tað er eftirspurningurin eisini, tí so nógvir føroyingar eru farnir á hotell, helst eisini tí at tað er so trupult at fara uttanlands. Nú vóna vit bara, at alt verður normaliserað skjótt, so vit aftur fáa fleiri útlendskar gestir á vitjan, heldur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo