HR í Føroyum: Nevndin í HR í Føroyum hevur skipað seg eftir væleydnaðan aðalfund 20. februar 2026.
Ársaðalfundurin hjá HR í Føroyum varð hildin á Hotel Brandan. Ester Dahl varð vald til fundarstjóra. Skráin til fundin var sambært viðtøkum felagsins.
Formaðurin, Rasmus Nolsøe, legði fram frágreiðing um farna árið, meðan kassameistarin, Bára Gásadal, legði fram roknskapin, sum síðan varð góðkendur av fundinum.
Nýggj samanseting av nevndini
Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali: Bára Gásadal, Alexandra á Dul og Andras Thomassen. Bára og Alexandra tóku við afturvali, meðan Andras valdi at takka fyri seg. Í hansara stað kom Rúna Mikkelsen í nevndina.
Nevndin hevur nú skipað seg soleiðis:
-
Rannvá Justinussen, forkvinna
-
Alexandra á Dul, næstforkvinna
-
Bára Gásadal, kassameistari og nevndarlimur
-
Hanna Nónstein, skrivari og nevndarlimur
-
Rasmus Nolsøe, nevndarlimur
-
Rúna Mikkelsen, nevndarlimur
-
Sonny Joensen, nevndarlimur
HR í Føroyum takkar Andrasi Thomassen fyri sítt virðismikla íkast. Samtíðis verður ynskt Rúnu Mikkelsen hjartaliga til lukku við valinun.
Nevndin fer beinanvegin til verka, og fleiri tiltøk eru ávegis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



