

Kundi tú hugsað tær at arbeitt innan heilsu, trygd og umhvørvið (HTU) og hevur arbeiðsumhvørvið tín áhuga, so er hetta fjølbroytta og avbjóðandi starvið á okkara HTU-deild júst til tín.
Vit arbeiða við eini 0- hugsjón, ið merkir, at eingin, sum er til arbeiðis hjá okkum, skal fáa skaða ella varandi mein, og at okkara starvsfólk skulu koma heim frá arbeiði eins frísk, sum tá tey møttu til arbeiðis.
Arbeiðs- og ábyrgdarøki
Starvið fevnir í høvuðsheitum um:
- at gera politikkir, váðametingar og APM (arbeiðsplássmetingar) v.m.
- arbeiða við burðardyggum arbeiðsumhvørvi bæði likamliga, sálarliga og umhvørvisliga
- skipa fyri átøkum innan HTU-økið
- hjálpa leiðsluni á nýggjum verkætlanum í gongd við trygdararbeiðinum
- at syrgja fyri at okkara trygdarútgerð er dagførd og í góðum standi
- hava eftirlit við trygdini á okkara verkætlanum
- at luttaka á trygdarfundum
Aðrar uppgávur
- umsita HTU-appina og aðrar viðkomandi skipanir
- samskipa og ráðgeva í samband við trygd á arbeiðsplássunum
- umsiting av arbeiðsklæðum
- hava trygdarkunning í samband við innleiðlsu av nýggjum starvsfólkum
- gera og halda framløgur um HTU
- annað fyrifallandi arbeiði
Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi útbúgving og starvsroyndir. Tað er gott, men ikki eitt krav, um tú hevur trygdarsamskiparaskeið og onnur skeið innan arbeiðsumhvørvi.
Vit vænta, at tú:
- trívist væl við ymisleikanum og dugir væl at møta starvsfólkunum, har tey eru
- hevur áhuga, áræði og evni at arbeiða við uppgávum innan eftirlit og arbeiðsumhvørvislóggávuna
- dugir væl at orða teg í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum
- hevur royndir við vanligum telduforritum eitt nú Word, Excel og Power Point og hevur áræði at seta teg inn í nýggjar skipanir
- vísir nærlagni í øllum uppgávum
- trívist væl við ymiskum arbeiðsuppgávum
- hevur góð samstarvsevnir og dugir væl at samskifta
- dugir at arbeiða í toymum og sjálvstøðugt
- hevur koyrikort til bil
Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum óformligum arbeiðsumhvørvi við ídnum starvsfeløgum, har tú innan HTU-økið fær góðar royndir, sum kunnu menna teg fakliga og persónliga.
Løn og setanartreytir
Talan er um eitt fulltíðarstarv, men møguleiki er eisini at arbeiða niðursetta tíð. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovuni á Hjalla, men tú kemur at brúka nógva tíð úti á okkara verkætlanum kring landið.
Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.
Meir at vita
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Evelyn Gaard, HTU-leiðara á tlf. 216188 ella Sunnvard Andreassen, framleiðsluleiðara á tlf. 226117.
Umsókn
Umsókn við prógvum og ævilýsing skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 5.oktober 2023.
Tú søkir starvið her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo