Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í samband við at bókarøðin um Sørvágs kommunu kemur út, verður skipað fyri hugnaløtu í dag, sunnudagin 27. september 2015, kl. 16.00 við hesi skrá:

•    Borgarstjórin, Sune Jacobsen, bjóðar vælkomin
•    Vágakórið syngur tveir sangir
•    Sonni Jacobsen, Rithøvundur, greiðir frá bókaverkinum og sýnir myndir
•    Kaffisteðgur
•    Sonni Jacobsen greiður frá (2. partur)
•    Vágakórið syngur tveir sangir
•    Erhard Jacobsen, Landsbókavørður, hugleiðir um skúlaskap fyri hundrað árum síðan

Vágakórið syngur hesar sangir:
Válandi heim (Magnus á Stongum)
Síðsti dansur (Jóan Jakku Guttesen)
Tíðarmynd (Holgar Jacobsen)
Sørvágssangurin (Jónvør Joensen)
Kórleiðarar: Finnur Joensen og Gudmund Mortensen

Eftir løtuna fáa øll, sum umboða eitt húski í Sørvágs kommunu og í Vatnsoyrum, útflýggjað eitt eintak av bókarøðini.

Tey, sum ikki møta, kunnu í døgunum sum koma, fáa tær á kommunuskrivstovuni.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Sørvágs bygdaráð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo