Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Blái krossur Føroya: Edva Jacobsen er aðalskrivari hjá Bláa krossi Føroya. Hon greiðir frá at Blái krossur leggur stóran dent á tað fyribyrgjandi arbeiði og tað er ein gleði at kunna bjóða teimum ungu eitt stað har tey kunnu hugna sær uttan rús.

Á ólavsøku bjóðar Liv Lívið inn í Hollywood í Niels Finsens gøtu. Liv Lívið, ungdómsverkætlanin hjá Bláa Krossi Føroya, skipar fyri tiltøkum á Ólavsøku, fyri at skapa rúsfrít alternativ til ungdómin. Í Hollywood fáast til keyps ein góður kaffimunnur, rúsfríir kokkteyls, ein góður, slushice og annað. Eisini kann man spæla eitt stuttligt spæl og hugna tær í góða hugalagnum.  Minst til at tala lut í kappingini.

Edva Jacobsen greiðir frá at aðalendamálið við fyribyrgjandi arbeiðinum er at eingin ungur skal koma illa fyri orsaka av rúsi. Blái krossur ynskir at skapa eina hugburðbroyting so tað gerst vanligt at hugna sær uttan rús, tí hevur tað stóran týdning at vera har sum tey ungu eru og bjóða teimum eitt umhvørvi har tey kunnu hugna sær uttan rúsdrekka hettar fyri at vísa á at tað ber til at hava tað stuttligt uttan rús. Hon heldur tað verða gott at kunna taka hond um tey ungu á henda hátt.

Í summar hava hølini opið hvørt mikukvøld og leygarkvøld frá kl. 18. Til ber at fylgja Liv Lívið á Instagram ella Facebook fyri at síggja um broytingar eru í skránni ella um skipa verður fyri øðrum tiltøkum.

Á ólavsøku verður vognurin hjá Liv Lívið eisini opin, hann fer at standa á parkeringsplássinum hjá Mariu Poulsen búnýtið. Í vogninum fáast rúsfríir drykkir, vatn og annað.

Edva Jacobsen, aðalskrivari gleðir seg at taka ímóti ólavsøkugestum og ynskir øllum eina góða ólavsøku.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo