Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Politikararnir mugu hugsa seg væl um, áðrenn teir taka avgerð um linjuføringina í sambandi við Vestmannatunnilin. Júst linjuføringin kann hava týðandi ávirkan á trivnað og menningarmøguleikar í økinum.

Nakrar loysnir eru nevndar í sambandi við linjuføring av tunlinum. Ein av hesum loysnunum er at leggja tunnilsmunnan oman fyri Kvívík, stutt oman fyri landsvegin. Ein onnur loysn, sum verður nevnd, er at leggja tunnilsmunnan við Leynará nærhendis tunnilsmunnan til Vágatunnilin.

Tunnilin skal samansjóða
Borgarstjórin í Kvívíkar kommunu, Hans Jóhann Sørensen, heldur, at tunnilin eigur at koma út oman fyri Kvívík, og at tunnilsmunnin liggur best niðan fyri landsvegin. Haðani ber til at gera eina góða frákoyring oman til Kvívíkar. Í Vestmanna eigur tunnilin at koma út inni á Fjørð nærhendis ferjuleguna.

Hendan loysnin hevur fleiri fyrimunir: Økið í Norðurstreymoy verður samansjóðað. Farleiðin millum Kvívík, Vestmanna og Válin verður stytt. Kvívík fær eina góða innkoyring ístaðin fyri ótryggu innkoyringina, ið varð gjørd í sambandi við Vestmannavegin.

Og skuldi tað hent, at kommunurnar í framtíðini ætla at leggja saman, so knýtir tunnilin bygdirnar saman.

Leynará er ikki rætta loysnin
Borgarstjórin í Kvívík ávarar ímóti at leggja linjuføringina soleiðis, at tunnilsmunnin er við Leynará. Økið við Leynará og Leynavatn er ein náttúruperla, sum nógv fólk hava stóra gleði av, m.a. sílafiskarar. Ein tunnilsmunni her fer at oyðileggja restina av økinum við Leynará, og tað metir Kvívíkar kommuna, at yvirfriðingarnevndin hvørki kann ella eigur at góðtaka.

Harumframt er vandi fyri, at bygdirnar í Kvívíkar kommunu fara at liggja meira avskornar samferðsluliga við hesari loysnini. Til dømis kann hugsast, at Leynar, Stykkið og Kvívík verða niðurraðfestar í eini farleið til Vestmanna, tí tað verður ein umvegur – og sostatt ein hægri kostnaður - at røkja hesa koyringina.

Tað sama kann sigast um kavaruddingina á landsvegnum í Kvívíkar kommunu. Vandi er fyri, at hesir teinar ikki fáa neyðugu raðfestingina, um tunnilsmunnin liggur við Leynará.

Samanumtikið er sera umráðandi hava alt økið í huga, tá ið linjuføringin til Vestmannatunnilin verður gjørd. Rætta linjuføringin skapar trivnað og menning, meðan ein skeiv loysn kann hava fleiri óhepnar avleiðingar við sær, sigur borgarstjórin í Kvívíkar kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo