Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í februar gav Bókadeildin út bókina Har heimurin endar, sum hevur fingið bæði Michael L. Printz og Carnegie-virðislønina! Har heimurin endar er ein vøkur søga um dirvi og úthaldni, sum egnar seg til bæði ungar og vaksnar lesarar.

Um bókina
Hvørt summar verða Quill og vinir hansara settir út á ein fjarskotnan drang úti á havinum at taka fugl. Men hetta summarið kemur eingin út aftur eftir teimum. Sjálvandi kann tað ikki vera annað enn heimsins undirgangur, ið ger, at teir sita strandaðir – kaldir og svangir og krøkja seg í lívið á einum alráðandi og deyðiligum havi. Hvussu skulu teir yvirliva?

Søgan byggir á eina sanna hending úti á Sankta Kilda í 1727.

Geraldine McCaughrean skrivaði, og Vagnur Streymoy týddi úr enskum.

Um høvundin
Geraldine McCaughrean (1951) er fødd og uppvaksin í London. McCaughrean arbeiddi í einum forlagi í London í tíggju ár, áðrenn hon gjørdist rithøvundur fulla tíð í 1988. Hon hevur skrivað fleiri enn 150 bøkur, 50 skúlaleikir og ein útvarpsleik. McCaughrean skrivar bøkur til bæði børn og vaksin og hevur eisini endurskrivað stórverk sum til dømis The Canterbury Tales, Moby Dick og Odysseuskvæðið. Hon hevur verið í uppskoti til og vunnið fleiri bókmentavirðislønir, eitt nú Carnegie-virðislønina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo