At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Inflasjónin og renturnar hava verið søguliga lágar síðstu nógvu árini, samstundis sum lønirnar eru øktar. Tað hevur givið húsarhaldunum ein reallønarvøkstur. Reallønarvøksturin er tó minkaður við høgu inflasjónini í 2022.

Hóast stóra prísvøksturin, eru húsarhaldini sum heild væl fyri fíggjarliga. Inflasjónin og renturnar hava verið lágar seinasta áratíggju, samstundis sum lønirnar eru øktar, og tað merkir, at húsarhaldini hava fingið ein reallønarvøkstur. Økta inflasjónin hevur tó minkað um henda reallønarvøkstur síðani umleið á sumri 2021, sí mynd 1. Seinastu níggju árini hava føroysku húsarhaldini harumframt økt um síni innlán í føroysku bankunum; innlánini eru økt 60% í tíðarskeiðinum frá árslok 2013 til árslok 2022.

Føroysku peningastovnarnir siga eisini frá, at húsarhaldini ikki biðja um skáa í størri mun enn vanligt, og at trotini ikki eru størri, enn tey plaga at vera. Tó slepst ikki undan, at summi húsarhald, sum longu frammanundan høvdu ilt við at fáa endarnar at røkka saman, eru komin í eini uppaftur verri fíggjarligari støðu við seinastu prís- og rentuhækkingunum. Verður almennur stuðul latin fíggjarliga sperdum familjum, eigur hann at vera miðvísur og avmarkaður til einans at røkka teimum, ið tørva stuðul, og hann eigur at vera fíggjaður.

Les várfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo