Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bruttovinningurin vaks við heili 10 milliónum krónum hjá Húsavarðartænastuni í fjør - úr góðum 34 mió kr upp í góðar 44 mió kr. Men ársúrslitið stóð stórt sæð í stað - tað var 6,3 mió kr í fjør í mun til 6,2 mió kr árið fyri.

Orsøkin tykist einføld: Húsavarðartænastan økti nógv um starvsfólkakostnaðin, so dastið av bøtta bruttovinninginum hvarv á tí kontuni í fjør. Bæði avskrivingar og fíggjarkostnaðir vuksu eisini smávegis, og tí lá stórt sæð tað sama eftir sum árið undan.

Ikki tí, tølini fortelja søguna um eina væl rikna fyritøku, sum øll árini við onkrum einstøkum undantaki hevur vaksið um úrslitið.

Fíggjarstøðan javnvigar við 43,6 mió kr og eginognin var við ársbyrjan 18 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo