Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

HVA VIL FOLK SI (Iram Haq) er besti norski filmur og fær 4 Amanda virðislønir.

Fyri filmin ”Hva vil folk si” vann norski leikstjórin Iram Haq í kvøld fýra Amanda-virðislønirnar í Haugesund: besti filmur, besta leikstjórn, besti mannligi høvuðsleiklutur og besta handrit.

Filmurin ”Hva vil folk si” er um eina 16 ára gamla norska gentu við pakistanskum foreldrum. Hon fellir í ónaði og verður send til Pakistan, tá foreldrini frætta, at hon fylgist við einum javnaldrandi norskum drongi.

Í takkartaluni, sum varð send á norska TV2 í kvøld, segði Iram Haq: ”Som veldig mange vet her, er denne filmen basert og inspirert av mitt eget liv. Jeg har levd et utstøtt liv fra et miljø, fordi jeg ville være meg.” Hon hevur fyrr gjørt filmin "Jeg er din" (2013), sum Norðurlandahúsið hevur sýnt.

Filmsfelagið fer at vísa nýggja sterka filmin ”Hva vil folk si” á Filmsdøgum í Felag í Havnar Bio leygardagin 8. september. Tá fer stjórin í Norðurlandahúsinum, Gunn Hernes, sum er úr Noregi, at innleiða sýningina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo