Sjáldan stýra kenslur eftir kumpass
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Felagslistin til bygdaráðsvalið í Hvalbiar kommunu er mannaður, og valevnini eru klár at fara til verka. Listin hevur umboðan úr Hvalba, Sandvík og Nesi, boða valevnini frá.

Tey sum stilla upp eru hesi:

Poul Laust Christiansen, Ronni Hammer, Thorstein Thomsen, Dina Jensdóttir Norðberg, Jan Poulsen, Jón Sigurd Vang Poulsen, Jón Thomsen, Jónfinn Poulsen, Kim Mortensen, Otto West og Ruth Midjord Berg.

Valevnini siga, at fyri at skapa framburð í kommununi, er neyðugt við einum felagsstevi, sum kemur at gagna framtíðini hjá Hvalbiar kommunu. Valevnini á Felagslistanum hava tí sett sær nøkur felagsmál, ið øll eru samd um at arbeiða fyri. Nøkur av felagsmálunum eru, at barnafrádrátturin skal hækkast og frítíðarkort skal latast til børn og ung, fríøki skulu gerast í Hvalba og í Sandvík, útstykkingar og eldraíbúðir skulu gerast og Ellisheim byggjast.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo