Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað frættist í fjølmiðlunum, at tvær av teimum størru kommununum í Føroyum nú eru farnar væl upp um skuldarmarkið, sum ásett er í kommunustýrislógini - tær skylda nevnliga meira enn eina árliga skattaálíkning.

Tað kann undra almikið, at kommunur í heila taki enda í slíkari kreppustøðu, og at tað hendir sjálvt í bestu búskapartíðum og við einum inntøkugrundarlag, sum er søguliga høgt - meira og minni allastaðnis í landinum.

Størru kommunurnar skulu eisini eitast at hava eina professionella umsiting og skuldu klára at staði ímóti politiskum trýsti um yvirnýtslu o.a., herundir eisini planlagdari yvirnýtslu fíggjað við lántøku - hví, virkar henda umsiting ikki ella er henda bara sett út av spæl í slíkum førum.

Spurningurin er eisini, hví bankarnir spæla við í hesum - vitandi um, hvørjir karmar kommunurnar virka innan fyri og við kunnleika um fíggjarstøðuna hjá einstøku kommununum.

Einum kemur til hugs, tá flestu kommunurnar fyrst í 1990´unum høvdu lánt seg á húsagang/ gjaldstrot og vórðu settar allar undir umsiting av landsstýrinum við sokallaðu kommunalu kreppulógini. Bara umleið 30 ár eftir hoyra vit somu søguna endurtaka seg um kommunur, sum eru við at lána seg út á djúpt vatn og koma sær í fíggjarligt óføri.

Sambært galdandi kommunustýrislóg, frá 17. mai 2000:

“§ 43. Stk. 2. Er nettoskuldin meira enn ein álíkning eftir einum av landsstýrismanninum árliga ásettum skattaprosenti, krevst loyvi frá landsstýrismanninum til lántøku og til broytingar í lánitreytunum.

§ 53. Kommunustýrið hevur skyldu at veita landsstýrismanninum allar neyðugar upplýsingar og frágreiðingar.

Stk. 2. Til tess at landsstýrismaðurin kann røkja sínar eftirlitsskyldur við fíggjarligu viðurskiftinum hjá kommununum, skulu tær lata honum:

1) grannskoðaðan roknskap innan 1. juni eftir endað fíggjarár,

2) samtykta fíggjarætlan innan 3 gerandisdagar eftir 1. desember og

3) samtykta eykajáttan innan 3 gerandisdagar aftaná, at hon er samtykt.”

Lógin leggur sostatt upp til, at landsstýrið arbeiðir fyribyrgjandi og samskipar kommunala búskapin, ella hevur eitt fíggjarligt eftirlit, sum tryggjar, at tað ongantíð skal koma hartil, at lógin verður brotin.

Hvussu ber tað til, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, tá kommunalu fíggjarætlanirnar koma inn til kunningar, áðrenn ársbyrjan, ikki beinanvegin sær, at samanhang ikki er millum inntøkur og útreiðslur til rakstur og løgur fyri komandi ár?

Hvussu ber tað til, at landsstýrismaðurin, t.d. ikki krevur, at kommunala skattaprosentið verður hækkað samsvarandi øktu útreiðslunum til rakstur og løgur ella kravt verður sparingar í rakstri og/ella skerjingar í løgum - og ikki bara lánifígging av halli við kassa 1?

Vónandi verða neyðug tiltøk sett í verk, sum hava við sær, at tær kommunur, sum eru við at koma sær í fíggjarligt óføri, verða meira og minni settar undir umsiting av Fíggjarmálaráðum - og vónandi eru tað ikki fleiri kommunur, sum eru á veg í fíggjarligt óføri. Her má traðkast harðari á skuldarbremsuna.

Eg haldi, at tað er vánligt og eigur ikki at góðtakast, at tað ikki er betur fíggjarligt kommunalt eftirlit enn, at nakrar kommunur koma sær í fíggjarligt óføri í bestu búskapartíðum, við einari kommunalari umsiting og einum kommunalum fíggjareftirlitið hjá landsstýrinum - hetta eigur og skal gerast betri.

Johan Dahl
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo