Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tobbi og øll hansara starvsfólk hava spent seg út at hava mentanarviku, so vit eysturoyingar, sum búgva í Havn, kunnu fara inn í Runavíkina og møta fólki og uppliva okkurt forvitnisligt.

Eftir at hava roynt fleiri ting har inni, fái eg nú at vita, at nú sleppi eg ikki í Grasagarð við ommubørnunum, tí garðurin í miðbýnum skal steingjast í 14 dagar nú summarið byrjar.

Frammanundan hevur allur miðbýurin verið stongdur, og er tað enn.

Eg má so siga – hvat hendir í Havn?

Er Havnin blivin hin stongdi býurin?

Vilja tit býráðspolitikarar og tykkara byggideildir fáa okkum at rýma úr Havnini, nú vit hava strítt og strevast eitt heilt arbeiðslív og nátt ellisárum?

Er tað bara Tobba, sum tað glógvar í?

Og um tað er so, kann hann so ikki tutla okkurt í oyrað á Heðini og hansara fotografum, so okkurt skilagott kann fáast burturúr?

Nú er stongdi býurin vorðin OV stongdur!

Omma

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo