Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

(mynd: Bjarni Á. Rubeksen)

(mynd: Bjarni Á. Rubeksen)

(mynd: Bjarni Á. Rubeksen)

Act as if.

Tað stendur tatoverað á høgra skøvningi á Jan-Allani Müller.

Tað kundi eisini staðið á bókini um hann.

Act as if.

Tá høvundurin verður spurdur, hvussu hann kann loyva sær at geva út eina sera nærgangandi bók um ein mann, sum ikki hevur givið sítt samtykki til tað, er svarið, at hetta er ein skaldsøga. Fiktión.

Tað stendur eisini í fororðunum: “Hetta er eingin reystmennissøga, sum tær, ið tyngja føroysku bókahillarnar í okkara øld. Hetta er ein æviskaldsøga um pínu, svikaráð, kríggj og longsil. Pallurin er tann pálítiligi veruleikin við sonnum antihetjum.”

Sum skilst hava teir samstarvað tætt um verkætlanina í langa tíð. Og hava havt samrøður, sum fylla 1200 síður.

Men so er onkur ósemja íkomin, og Jan-Allan er lopin frá. Høgni, sum livir av at skriva, hevur ikki vilja skrottað alt tilfarið, og er farin víðari. Fyri at legitimera tað, kallar hann bókina eina skaldsøgu. Eina “æviskaldsøgu”.

Soleiðis kann hann siga, at hetta ikki er um tann veruliga Jan-Allan, men um ein fiktivan Jan-Allan, sum bara upp á allar hugsandi mátar líkist akkurát tí veruliga Jan-Allani.

Act as if.

Eftir mínum tykki fær høvundurin ikki finta seg út úr síni trongu støðu við hesum. Sjálvsagt er bókin um Jan-Allan. Tað er bulurin. So eru detaljur, lýsingar, samrøður og hugsanir av meira ímyndaðum slag. Men tær spretta út úr bulinum. Og hoyra tí eisini til bulin.

Jan-Allan má hava fyrstarætt og ognarrætt til søguna um seg sjálvan. Tí hevur Høgni gjørt nakað, sum er moralskt ivasamt. Don’t act as if it isn’t.

Men samstundis er bókin góð. Víst er hon grov í støðum. Men hon er eisini flott. Nógv vilja kenna hana ærumeiðandi. Men hon eisini poetisk.

Og undir øllum umstøðum er hon ein bók, sum ger tí, ið lesur hana, mun.

Bøkur sum líkjast...
Saga JAM fekk meg at hugsa um tríggjar aðrar bøkur.

Fyrst og fremst, sjálvandi, stórverkið Min Kamp hjá Karl Ove Knausgaard. Tað var sama tilgongd. Fólk í familjuni hjá Knausgaard vildu hava útgávuna steðgaða, tí hon gekk tí deyða pápanum ov nær, og var, eftir teirra tykki, eisini ósonn.

Knausgaard strikaði navnið á pápanum úr bókini, kallaði hana eina skaldsøgu – og gav hana út. Act as if.

Bylgjurnar gingu høgt í Norra um, hvat ein høvundur kundi loyva sær. Men nú hava tær lagt seg – og bókin stendur eftir sum eitt tað størsta norðurlendska bókaverkið í okkara tíð.

Ein onnur bók er In Cold Blood hjá Truman Capote. Hann vitjaði tveir drápsmenn, sum bíðaðu eftir deyðadóminum. Teir hildu, at hann vildi hjálpa teimum, men tað, hann gjørdi, var at fáa teir at siga søguna um sítt lív og søguna um drápini í minstu detaljum. Act as if.

Tá menninir vóru hongdir, kom bókin út. Capote var sum ein igul, sum seig teirra blóð – teirra søgu – í seg, og brúkti hana til sítt egna verk.

Brotsmenninir høvdu dripið í eini stressaðari støðu. In warm blood. Capote útnyttaði teir. In cold blood. Tað var kyniskt. Men nú er Capote deyður, og bókin stendur eftir sum eitt listarverk. Hon er enntá blivin til ein fantastiskan film.

Triðja bókin er Jag är Zlatan - um Zlatan Ibrahimovic, sum, against all odds, verður superstjørna á fótbóltshimmalinum. Brennievnið er ein ótømandi orka, stórt dirvi, ein ósvitalig trúgv uppá seg sjálvan – og stálsettur vilji til at náa sínum málum.

Tá Zlatan ivaðist inneftir, virkaði hann bara enn meira sjálvsikkur úteftir. Sum Jan-Allan. Act as if.

...men ikki líkjast kortini
Munirnir eru, at Jan-Allan er ikki deyður, sum pápi Knausgaard. Og hann hevur altso sjálvur greitt frá teirri søguni, sum Høgni Mohr síðani hevur broderað omaná.

Jan-Allan hevur ongan dripið, sum menninir í In Cold Blood. Men hann hevur gjørt ting – eisini býtt ting – tá blóðið var heitt. Høgni hevur fingið hann at fortalt tað, og skrivað um tað. Men hann hevur ikki skrivað við køldum blóðið. Tvørturímóti. Bókin er skrivað við kærleika.

Zlatan er ein hetja, sum heldur seg á toppinum konstant. Jan-Allan røkkur langt upp – men søkkur eisini djúpt. Saga JAM fer inn í myrkar krókar av lívinum, sum vit ofta vilja fjala.

Tað er tað, sum ger hana virðismikla, menniskjaliga – og sanna.

Sannari enn flestu bøkur
Tað, sum fólk hava spurt farnu dagarnar, er, um bókin er sonn. Í samsvari við veruleikan. Ærlig.

Tað tykist næstan sum fólk halda, at vanligar ævisøgur eru ærligar. Men tað, sum Høgni Mohr kallar “reystmennissøgur” eru jú sjáldan ærligar. At uppremsa leksikal fakta, fortelja um flottu framsíðuna hjá einum menniskja, og tiga um tað døkka – er tað ærligt?

Skal ein ævisøga verða eitt slag av standmynd av eini hetju? Ella skal hon eisini sýna tað trupla, eyma, sárbara, skeiva og falska, sum eisini er partur av tí at vera menniskja?

Saga JAM ger tað seinna. Og tað ger hana sannari enn nógvar aðrar ævisøgur. Hóast alt, sum stendur, kanska ikki er púra satt, reint leksikalt.

Eitt dømi: Pápin hevur ringt, og Jan-Allan sigur ”Her er ikki tað stóra, pabba, tað veit Gud. Ikki tað stóra. Ikki tað stóra. Vit arbeiða við hasum prosjektinum. Ja. Vit arbeiða eitt sindur. Tað skal nokk fara at ganga. Nei. Eg havi ikki tað stóra, pabba. Tað veit Gud, ikki tað stóra.”

Og høvundurin staðfestir: ”Soleiðis var ein vanlig samrøða, hann hevði við pápan. Ein spæld samrøða við ósagdari sorg latin í innanopin orð, sum róptu eftir kærleika”.

Segði Jan-Allan júst hasi orðini? Neyvan.

Men er lýsingin sonn? Well, hon sigur ið hvussu er sannleikan um tær relatiónir, sum flestu okkara hava við fólk, ið standa okkum nær.

Og eru tær ævisøgur, ið eru bygdar upp sum leksikalar endurgevingarnar at almennum fakta, ikki ofta júst ”innanopin orð”? Eg hugsi tað. Tí er Saga JAM sannari enn tað mesta, vit lesa av slíkum. Hóast ein partur – sum nevnda samrøða – er uppspunnin. Sannleikin liggur ikki bara í fakta, men eisini í kenslum, sum bert kunnu lýsast sum fiktión.

Slatursins offurbonkur
Allar fyrst í hálvfemsunum spældi eg eina kabarett í Vági. Hon var ræðuliga vánalig, og tað komu ikki nógv fólk. Men ein leikari lúrdi út gjøgnum teppið og kundi bera hinum eini spennandi boð: ”Jan-Allan er har!”

”Wow” hugsaðu vit. Maðurin var ein fokkin stjørna. Góður fótbóltsspælari, flottur, sjálvsikkur, hevði stíl – hevði bara alt. Dreingirnir virdu hann og øvundaðu honum - genturnar vóru forelskaðar.

Men okkum dámar at síggja tey, sum standa høgt, falla. Tað eru somu mekanismur, sum í gomlum døgum drógu fólki til torgini at hyggja at hálsøggingum. Drívmegin er tann ósagdi tankin: Gott, tað ikki eri eg! Nú hálshøgga vit sjálv – við slatri og snakki. Jú kendari persónarnir eru, jú størri og stórslignari eru teirra fall. Og tá eru øll við, tí knappliga kenna vit, at vit eru betri enn tey, sum í gjár vóru so flott og smørt og kend.

So tá Jan-Allan varð tikin fyri at lúra í einum solarium, fór tað sum eldur gjøgnum samfelagsins slatrikanalir. Almennar sum privatar. Fólk gottaðu sær, og tann altíð svangi hávurin – pressan – tevjaði blóð.

Víst má tað hava verið særandi og óbehagiligt hjá nøkrum kvinnum at vita, at onkur kanska hevur lúrt eftir teimum. Men burtursæð frá hesum kvinnum hevði tað, Jan-Allan gjørdi, onga ávirkan á lívið hjá nøkrum øðrum enn Jan-Allani sjálvum. Men Ekstrablaðið og kompaní vildu kortini tjena pengar uppá at vísa øllum, hvussu patetiskur hesin gamli fótbóltsspælarin var.

Tað var patetiskt. Høgni verjir tað heldur ikki. Men hann minnir á, at Jan-Allan fyrst og fremst skaddi seg sjálvan. Og at tað hevur ein stóran prís fyri tey, tað rakar, tá fólk verða løgd á slatursins offurbonk.

Tá hann er tikin og situr í hondjørnum í politibilinum, sigur Høgni um hann: ”Hann bleiv eitt lætt offur. Easy Pick. Sitting duck. Hevði hann havt eina kontakt á baksetrinum á løgreglubilinum, hevði hann sløkt lívið.”

Og tí kom eisini tankin um tað ultimativu flýggjanina:

”Hann fór at verða skræddur sundur av skomm og enda sum vesalingur uttan vinnuveg og vón. Sjálvt vinir fóru at gevast at heilsa og ístaðin venda honum bakið við einum háandi brái. Hann kundi ikki vera bekentur at bjóða familjuni hjá sær at vera á lívi…”.

At vera eitt ”baktalað og vanmett menniskja” er ikki lætt. Tú fært ikki vart teg. Slaturin, sum fyrst og fremst verður fóðraður við sjálvrættvísi og skaðafrøi, er ein hálur fíggindi.

Tað gevur bókin gott innlit í. Og tí er hon góð at lesa hjá øllum okkum, sum grinu og slatraðu, tá ein patetisk baksíða av teirri kekkaðu fasaduni hjá Jan-Allani bleiv avdúkað.

Øllum okkum, sum jú onga patetiska baksíðu hava sjálv...

Hvat skulu við gera við mannin?
At geva hesa bókina út, tá Jan-Allan ikki vil hava tað, er ikki rætt. Og at skjóta seg undir, at tað er ein skaldsøga, er … ja, faktiskt nokkso patetiskt.

So bókin burdi ikki verið komin út. Men nú er hon her. Og problemið er, at hon er óluksáliga góð. Óneyðuga og býttisliga grov í støðum, absolutt. Men eisini Flott. Poetisk. Ærlig. Hvørki skrivað við innanopnum orðum ella køldum blóði, men við kærleika.

Tað er ikki nøkur glitrandi glæstrimynd. Ikki nøkur hetjudyrkandi standmynd. Men ein heildarmynd av einum menniskja upp á gott og ónt, sum vit øll, so ella so, kunnu kenna okkum aftur í. Og tí læra okkurt av.

So hvat ólukkan skulu vit gera við hesa bókina? Hendan svullin av erligheit, sum Høgni Mohr brestir í gronina í okkum?

Og hvat ólukkan skulu vit gera við Høgna Mohr? Henda kamikaze-pilotin, sum enn einaferð hevur sprongt seg inn í okkara komfort-zone, og sjálvboðin lagt seg á slatursins offurbonk?

Eg veit ikki. Tað veit Gud, eg veit ikki.

Men sjálvur kann eg ið hvussu er læna ein setning frá Jan-Allani, og siga við hann:

”Tú ert altíð einsamallur. Vinurin.”

Sjúrður Skaale

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo