Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Havi ikki verið á nøkrum kunningarfundi um Suðuroyartunnilin, men at síggja Dag og Viku í kvøld fekk meg at øtast. 

Í nógv ár hava tey ráðandi lovprísað tí arbeiði, sum Veltan hevur gjørt á Sandi, men hava nú avgjørt at leggja alt í oyði. 

Somu fólk sum fyri fáum árum síðani skutu upp, at verja tað syndri vit eiga av brúkiligari landbúnaðarjørð. 

Alt løgtingi hevur skrivað undir tunnilssemjuna, men hava fólk lisið uppskotið, áðrenn tey skrivaðu undir? Eg ivist. 

Hvat siga umhvørvisfólkini á tingi nú? Umhvørvi er vælsaktans meir enn bara grøn orka og ljóðdálking.

Oyðileggingar í Sandoynni hava kanska ikki so stóran týdning fyri tey ráðandi, men tað átti prísurin at havt. 

Hetta snýr seg um cirka 8 kilometrar av vegi, hvar ið ein partur er í sera óhøgligum lendi. Eg skal ikki gera meg klókan uppá prísir fyri vegagerð, men tá 3,3 kilometrar av innkomuvegi í Havn kosta 355 milliónir, so man teinurin av Múlanum og út í Djúpadal ikki liggja so langt frá einari milliard. 

1000 milliónir + óbótaligar oyðileggingar - tað er prísurin fyri fáa tunnilsprosjektið at glíða niður hjá teimum, sum innast inni ivast í ætlanini. 

Tey gomlu flættast ikki við, men eg fari at heita á tykkum ungu í løgtinginum - koyri heldur hasa milliardina í tunnilsfelagið og krevji so, at tunnilin fer niður norðanfyri Sandsbygd. 

Eyðstein Ólason

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo