Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bill Justinussen, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Elduvíkarvegurin

Spurningar:
1. Hvat kostar tað landskassanum at tryggja vegin og farleiðina til Elduvíkar eftir ógvusliga skriðulopið nýliga?

2. Hvat kostar tað landskassanum at dagføra alla farleiðina úr Funningsfirði til Elduvíkar?

3. Hvat mælir Landsverk til at gera við Elduvíkarvegin?

4. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin við Elduvíkarvegnum?

Viðmerkingar:
Eftir ógvusliga skriðulopið við Elduvíkarvegin leygardagin 26. februar er tímin komin at viðgera Elduvíkarvegin í politisku skipanini. Nú vegurin til Funningsfjarðar verður breiðkaður og dagførdur, verður Elduvíkarvegurin natúrliga næsti fløskuhálsur í hesum øki.

Tað hevur leingi verið umrøtt, nær peningur kann verða settur av at dagføra og tryggja farleiðina. 7,65 kilometra langi vegurin er einsporaður og liggur í støðum í brøttum lendi.

Tí kann tað tykjast sum ein stórur fíggjarligur biti at fara undir eina fullfíggjaða dagføring við teimum krøvum, sum sett verða ídag.

Hinvegin er vegurin einsporaður og tí bíligari samanborin við tvísporaðan veg. 

Skriðulopið minnir okkum á týdningin av tryggum farleiðum. Tí er átrokandi at taka politiska støðu til hesa farleið, sum leiðir okkum til eina ta vakrastu náttúruperlu í landinum.

Eina perlu, sum ferðafólk hava fingið eyguni upp fyri, og sum tí leggur eyka trýst á, at farleiðin verður dagførd og tryggjað.

Á Løgtingi, 4. mars 2022
Bill Justinussen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo