Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Seinastu dagarnar hava valevni hjá Fólkaflokkinum aftur og aftur roynt at fortalt veljarunum, hvat hinir flokkarnir fara at gera, um teir koma til valdið. Serliga, hvat Javnaðarflokkurin ætlar. Stórur partur av tí, sum sagt verður, hevur einki við veruleikan at gera, men snýr seg bert um at ræða veljaran.

Eitt nú hava fleiri valevni hjá Fólkaflokkinum sagt, at Javnaðarflokkurin ætlar at niðurleggja partar av fiskiflotanum fyri at spara olju.

Hetta er sjálvandi ikki rætt.

Loysnirnar til at leggja um til grønar orkuskipanir á landi eru longu tøkar, bæði hjá vinnuni og húsarhaldunum. Hesum stuðlar Javnaðarflokkurin fult og heilt, so vit sleppa av við dálkandi olju. Hetta er samstundis ein stór sparing, tí oljan er nógv dýrari enn grønu orkuloysnirnar.

Men enn er tøknin til at leggja um hjá skipaflotanum ikki tøk. Tá hon verður tøk, fer Javnaðarflokkurin sjálvandi eisini at eggja skipaflotanum til at leggja um til grønar orkuloysnir, so skipaflotin eisini sleppur undan dálkandi og dýru olju.

Ístaðin fyri, at valevnini hjá Fólkaflokkurin brúka sína orku til at loypa ótta á fólk við at siga hálvar sannleikar um, hvat øll onnur ætla, so eru míni ráð til Fólkaflokkin, at tit heldur fortelja, hvat tit ætla at gera, um Fólkaflokkurin kemur til valdið aftur.

Aksel V. Johannesen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo