Spard króna er vunnin króna
- Gírigur McKvagg

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eitt av stóru “etisku kjakunum” í samtíðini er kjakið um fosturtøku. Eg vil sum tað fyrsta sláa fast, at eg sjálvur ikki eri kategoriskt ímóti fosturtøku í øllum førum, men ímóti fríari fosturtøku - bara so eingin nýtist at spyrja, tí hendan grein snýr seg ikki um mína meining um fosturtøku, men um mína “menniskjafatan”.

Fosturtøkumálið er bert ein partmongd av hesum yvirskipaða máli, ið eg í hesi grein lýsi við nøkrum úrvaldum dømum, ið als ikki geva eina fullfíggjaða mynd, men tó geva eitt innlit í, hvussu menniskjafatanin er í broyting í (sein)modernaða samfelagnum.

Eg eri ei heldur limur í nøkrum flokki ella áhugafelagsskapi, ið fæst við hetta mál. Eg eri ein borgari við eitt sindur betri innliti enn tey flestu, ið ynskir at seta fokus á nakrar tvístøður, vit í dag síggja gera seg inn á okkara hevdvunnu menniskjafatan.

Góðan lesihug!

Fostrið er ein kropslig og andalig vera
“Menniskjafatan” er eitt stórt orð og hendan grein viðger einans partar av kjakinum um hetta, ið eg sjálvur meti vera serliga viðkomandi í kjakinum um fosturtøku. Kjakið um fosturtøku er sera nógv broytt seinastu áratíggini, og hetta er fyrst og fremst, tí fatanin av fostrinum er nógv broytt. Í dag eru fá, ið halda, at fostrið “bert” er ein likamslutur í kvinnukroppinum og sostatt ikki eitt menniskja - ella í minsta lagi eitt verðandi menniskja.

Flest øll eru í dag samd um, at menniskjalívið eisini er til gjøgnum teir uml. níggju mánaðir, tað búleikast í móðurlívi - frá gitnaði til føðing. Hóast talan er um eina evarska lítla veru uttan royndir í heiminum, hevur tað innbygt allar tær genetisku informatiónir, ið í størstan mun fara at mynda tað sum framtíðar menniskja. Hetta er ikki bert ein “likamslutur”, men eitt longu-skapt menniskja, ið hevur nakrar ávísar kropsligar og andaligar eginleikar, pluss-minus ta umhvørvisligu ávirkan, tað vil verða fyri - í sum uttanfyri móðurlív.

Talan er snøgt sagt um eitt menniskja í egnum rætti, og átrokandi spurningurin er tí, hví ikki eitt menniskja við rætti - við mannarætti? Í borgarligu mannarættindakonventiónini stendur í §6, at eitthvørt menniskja hevur natúrgivnan rætt til lívið og at eingin tilvildarliga má missa lívið.

●     Eg hevði á yngri árum eisini eina instrumentella fatan av fostrum, men havi í dag ta áskoðan, at menniskjað mennist - ikki bara kropsliga, men eisini andaliga - í móðurlívi. Barnið er longu ein lítil persónur, áðrenn tað verður føtt.

Hvør munur er á føddum og óføddum børnum?
Spurningurin trokar seg á: Hvør er munurin á einum barni, ið júst er føtt, og einum barni, ið verður føtt um lítla løtu. Eg og ein annar drongur úr grannalagnum vórðu føddir hvør sínu megin midnátt - eg eitt sindur fyrr, hann eitt sindur seinni. Var eg eitt menniskja hesa løtuna, men hann ikki? Tilvildin kundi gjørt, at hann varð føddur eitt sindur fyrr og eg eitt sindur seinni. Tað er ikki til at vita, hvør varð gitin fyrst. 

Og hvør er munurin á einum barni, ið hevur livað ½ ár uttanfyri móðurlív og einum barni, ið framvegis skal liva ½ ár í móðurlív. Her er munurin nakað væl størri, men eg dugi framvegis ikki at síggja, at barnið í móðurlívi hevur minni virði enn barnið í móðurfangi. Fødda barnið er sjálvandi myndað av umheiminum, tað er føtt inn í, men ófødda barnið hevur hevur longu ment ein stóran part av sínum genetiska potentiali. Er nógv størri munur á einum ½ ára gomlum barni og einum -½ ára gomlum barni enn á einum 0 ára gomlum barni og einum 1 ára gomlum barni?

●     Eg síggi ikki nakran avgerandi mun á einum nýføddum barni og einum barni, ið skjótt verður føtt.

Gradualisma setir ymisk virði á menniskju
Tað finnast ymiskar menniskjafatanir, ið allar hava ymisk boð upp á, hvussu eitt óføtt barn skal metast: gradualisma, relativisma og utilitarisma. Eg havi her tikið støði í greinini “Menneskesyn og abortdebat” (2014/2023) hjá Peter Øhrstrøm, professara á AaU og fyrrverandi limi í Etisk Råd í Danmark..

Gradualisman er ein fatan, ið sær menniskjað sum eina áhaldandi menning. Menniskjað verður meiri vert, jú longri tað hevur livað og tess fleiri royndir tað hevur. Men tað verður eisini meiri vert, tess fleiri av genetiskt disponeraðu likamslutunum eru vorðnir til - allir vaksa jú ikki í senn. Út frá hesi fatan hevur gitna menniskjað nærum einki virði, men tað økist í virði gjøgnum tíðina í móðurlívi, eins og tað økist uppaftur meiri í virði, tá tað er borið í heim.

Trupulleikin við hesum er, at menniskjað harvið byrjar á null og endar á null, tá fáir likamslutur longur rigga og deyðin stendur fyri durðum. Men er oldingin ikki líka nógv verdur, hóast hansara “førleikar” ikki longur eru størri enn hjá einum smábarni? Summi halda veruliga, at hesi fólk tað sama kundi fingið “aktiva deyðshjálp”, tí tey hava einki virði eftir, tíansheldur lívsvirði.

Tað sama kann sigast um fostur undir einum ávísum aldursmarki: tey hava enn ikki fingið nóg nógvar førleikar til at tað hevur rætt til at liva - halda summi.

●     Eg eri glaður fyri, at eg ikki skal áseta eitt slíkt aldursmark fyri fosturtøku, eiheldur nakað “førleikamark” fyri nær gomul fólk liva eitt virðiligt lív.

Gradualisma og “virðliga livið”
Nakrir gradualistar halda harumframt, at tað ikki bert eru kropsligu førleikarnir, ið eru avgerandi fyri, nær menniskju liva eitt “virðiligt lív”. Eisini teirra sosialu relatiónir hava týdning. Hevur eitt gamalt menniskja mist flestu vinir og kenningar og livir eitt einsamalt lív, er spurningurin um tað longur livir eitt “virðiligt lív”. Hvørjum “livir tað fyri”? Og hví skal tað liva, um tað ongan hevur at liva fyri? Tað eru slíkir tankar, ið fóðra ynskið um “aktiva deyðshjálp” í londunum kring okkum.

Hetta kann aftur vendast til ófødda barnið. Tað hevur enn ongar relatiónir annað enn til mammu sína. Eingin kennir tað, og eingin fer tí at sakna tað, verður hildið.

Hetta er ein drakonisk tankagongd, tí menniskjað hevur virði, líkamikið hvussu ungt ella gamalt tað er, og eftir mínum tykki hevur tað eisini virði, hóast tað er óføtt. Hóast fostur í summum førum verða burturbeind sum einhvør annar burturskorin kropslutur, eru nógvar mammur, ið ynskja sær eina virðiliga jarðarferð fyri sítt ófødda barn. Eg hvakk eitt sindur við, tá eg fann út av, at tað eru nógv fostur, ið verða løgd í evarska lítlar “fosturkistur” - tað finnast nógvir nethandlar, har til ber at bíleggja slíkar.

Sum heild er hugburðurin til fostur nógv broyttu seinastu árini, eisini í Danmark. Í greinini “Før blev de fjernet som hospitalsaffald. I dag ser og rører forældre deres aborterede børn.” í Information (2017) varð skrivað:

“Engang lod man ikke forældrene se børnene, som i øvrigt blev bortskaffet som hospitalsaffald. I dag opfordres forældrene til at tage imod deres barn, hospitalerne har små trækister til de døde, og hvis ikke de ønsker en begravelse, sørger hospitalet for det:

»Før i tiden forstod man ikke forældrenes sorg, og man kaldte det ikke et barn, men sagde, at moderen ’kvitterede et foster’. Men vi oplever, at der fra sundhedspersonalets side de senere år er sket et skift hen imod en kæmpe anerkendelse af forældreskabet og sorgen fra sundhedspersonalets side.«” (Seinna helvt er samrøða við Birgitte Horsten úr “Landsforeningen Spædbarnsdød").

Børn eru vorðnir persónar langt áðrenn tey verða fødd, og tað fer eisini fram eitt stórt persónligt tilknýti millum ófødda barnið og foreldrini; serliga mammuna. Hetta er ein hin mest meiningsfulla relatiónin, eitt menniskja kann uppliva, og tað er ei løgið, at ein avkvetting av hesi relatión kann elva til tunga sorg.

●     Eg havi tað trupult við gradualismuni, ið graduerar virðið á mannalívinum alt eftir hvar tað er statt - kvantitativt og/ella kvalitativt. Eg haldi, at menniskjalívið grundleggjandi hevur sama virði, líkamikið hvussu gamalt tað er og hvussu væl fyri tað er sosialt.

Relativistar halda alt vera konstruerað
Gradualisman er tó nakað frægari enn relativisman, ið er ein menniskjafatan, ið ikki viðurkennir, at tað finst nakar etiskur sannleiki. Alt er relativt, og alt er í grundini líka gott og lika ringt. Velur tú fosturtøku, er tað hvørki gott ella ringt, tað er upp til hvønn einstakan at meta um, alt eftir hvørji lívsstøðu viðkomandi er í. Etiska ábyrgdin er løgd fult og heilt á einstaklingin.

Í fosturtøkukjakinum merkir hetta, at tað í grundini er líkamikið, um man velur at seta eitt barn í heimin ella at fosturtaka tað. Dómurin av hesum er so at siga “sosialt konstrueraður” og upp til samvitsku hvørs einstaka - ella kanska tvørrandi samvitsku?

Samvitska er í grundini ikki eitt serliga relevant hugtak hjá relativistinum, tí í síðsta enda snýr tað seg bara um, hvat hvør einstakur følir í løtuni - púra subjektivt. Hesi verða síðani særd (krenkað), um onkur peikar á teirra inkonsistentu støðutakan. Onnur kunnu ikki loyva sær at hava eina mening um, hvat relativistarnir halda og gera, tí tað er eitt álop á teirra frælsi; teirra fría val - enntá at velja kynið á tí barni, tey bera í heim, líkamikið hvat “lívfrøðiliga kynið” (sex) er. “Mentanarliga kynið” (gender) kann jú lættari “konstruerast”.

●     Eg haldi ikki, at alt er relativt, men at tað finnast nøkur grundleggjandi virði, ið vit eiga at hava til felags, tá vit viðgera menniskjalívið..

Utilitarisman - nyttuetiska menniskjafatanin
Relativisman er tó ikki hin ótespiligasta menniskjafatanin, tí hon verður yvirhálað av utilitarismuni - nyttuetikkini. Utilitarisman er ikki bara ring, tí hon staðfestir m.a., at einhvør skal kunna gera sum honum lystir, so leingi tað ikki skaðar onnur (“Harm Principle” hjá John Stuart Mills í On Liberty frá 1859).

Utilitarisman er m.a. tankagóðs undir týðandi politiskum hugsjónum sum “liberalismu” og “sosialliberalismu”. So langt so gott, men utilitarisman hevur eisini eina myrka síðu. Verður øll skyldan í t.d. skylduetikkini skúgvað til viks og nyttan í nyttuetikkini stendur einsamøll eftir, merkir hetta, at alt skal uppgerast sambært sínum nyttuvirði.

Búskaparfrøðiligar cost-benefit-greiningar verða yvirførdar til menniskjalívið. Vit kunnu staðfesta, at høgt útbúgvin fólk eru meiri verd enn lágt útbúgvin fólk, tí tey tjena meiri, at yngri fólk eru meiri verd enn eldri fólk, tí tey hava longri eftir at liva, at europearar eru meiri verdir enn afrikanarar, tí vit hava hægri BTÚ fyri íbúgvan.

Tá tað kemur til fosturtøku, kann roknistykkið tó setast upp á tveir hættir. Lutvíst hava ófødd børn eitt potentielt høgt virði, væl at merkja um tey ikki eru brekað ella menningartarnað. Hinvegin eru ófødd børn og smábørn enn ikki “virðisøkt” nakað serligt, og tí vil man ikki missa eina stóra íløgu, um hesi verða tikin av døgum.

Jú meiri virðisøkt børnini eru, tess størri er nyttan av teimum, tí tey kunnu gerast dugnalig arbeiðsmegi og skattgjaldarar. Men um barnið enn ikki er virðisøkt, er tað ein útreiðsla, tí foreldrini mugu taka barnsburðarfarloyvi, møguliga uppstiga tey ikki útbúgvingina ella kanska velja tey at arbeiða minni tey árini, tey hava børn - til stóran skaða fyri búskaparvøksturin og skattainntøkurnar.

●     Eg haldi tað ikki vera gott, at fólk verða noydd at síggja børn sum eina nyttuetiska íløgu, heldur enn sum ein “lívsuppliving”.

Hvørja nyttu geva brekað og eldri?
Og hvussu nú um barnið ber okkurt brek, ið ger at foreldrini mugu brúka dýrabæra arbeiðstíð til at vera um barnið. Ella enn verri, um barnið er so illa fyri, at tað má á ein dýran stovn uttan útlit fyri stórvegis virðisøking? Nógvir eru faktorarnir í einum nytturoknskapi.

Í hinum endanum eru tað so tey eldru, ið ei longur eru “produktiv”. Hvørja “nyttu” gera tey eldru í grundini? Eru tey ikki mest til fortreð? Um tey doyðu, kundu teirra pengar og kostnaðir heldur verið brúktir til okkurt skilabetri. Slíkir tankar liggja eisini til grund fyri hugsjónina um “aktiva deyðshjálp”. Og hetta kann eisini sigast um brekað, menningartarnað ella onnur, ið hava tørv á nógvari og dýrari viðgerð frá vælferðarstatinum, ið sum kunnugt støðugt vantar pengar og arbeiðsmegi.. 

Tað er eingin loyna, at ein av nyttuetisku orsøkunum til at fáa fosturtøku, er fyri at sleppa av við brekað børn. Nógvir pengar eru at spara við t.d. at forða fyri at børn verða fødd við Downs-syndromi. Við tíðini verður læknavísindin alsamt “betri”, og møguligt verður at fáa alsamt meiri at vita um fostur - niður í alsamt lægri aldur. Hetta fer at gera tað møguligt hjá foreldrum at meta um eitt barn fer at hava nøktandi nyttuvirði ella um tað kanska er frægast at “lata tað fara”. Betri eydna næstu ferð, og næstu ferð og…

●     Eg haldi ikki, at tað er gott at brúka fyriskipanir sum fosturtøku og aktiva deyðshjálp til at spara samfelagnum pengar.

Menniskjatøknir leggja trýst á
Eisini eru fleiri áhugaverdar menniskjatøknir á veg, m.a. CRISPR, har til ber at redigera í arvatilfarinum hjá barninum, soleiðis at vánaligir eginleikar kunnu redigerast út, meðan góðir eginleikar kunnu klippast inn. Kloning er ein annar møguleika fyri at fáa “perfekt børn”.

Eg var fyrr í vár á vitjan í Experimentarium í Hellerup, har ein framsýning var um “framtíðarmenniskjað”, har alskyns áhugaverdar - og ræðandi - tøknir vórðu framsýndar. Eg vil mæla áhugaðum til at lesa greinina “6 fremtidsteknologier - og hvorfor du bør tage stilling til dem”, ið liggur á heimasíðuni.

At vit hava við “frítt val” at gera, er ein sannleiki við modifikatiónum. Tøkniligu møguleikarnir leggja trýst á okkum menniskju, og jú lættari, skjótari og bíligari tað er at gera eitt inntriv, tess størri vil trýstið gerast. Tað vil vera eitt bólkatrýst fyri at fáa tikið fosturtøku, um tað vísir seg, at komandi barnið hjá tær ikki er “nøktandi”. Hetta bólkatrýst vil ikki bert vera sosialt frá tínum nærmastu, men eisini frá samfelagnum sum heild.

 Danski liberalisturin Simon Emil Ammitzbøl (Liberal Alliance) segði fyri nøkrum árum síðani (2012) við eina kvinnu, ið hevði fingið “ov nógv børn” og tí ikki fekk arbeitt, at hon átti at havt valt fosturtøku. Kvinnan segði, at tað ynskti hon ikki, hareftir Ammitzbøl segði tey legendarisku orðini: ”Det synes jeg også er ok, hvis jeg ikke skal finansiere dit liv.” undirskilt, at tað er at nassa upp á statin, um man ikki sjálvur megnar at forsyrgja børn, ið man kundi havt valt at fosturtikið. Hetta sýnir fram ljótu síðuna av liberalismuni og nyttuetikkini.

Bólkatrýstið er ikki bert galdandi fyri fosturtøku, men eisini fyri aktiva deyðshjálp: Í grein í Kristeligt Dagblad 25. Mars skrivaðu Bo Kristian Holm Og Hans Vium Mikkelsen grein við heitinum “Aktiv dødshjælp koster. Hvor mange ufrivilligt døde er vi villige til at acceptere for den enkeltes frihed til at dø?”, har teir m.a. skrivaðu, at deyðin ikki hendir í einum sosialum tómrúmi, men at vit liva og doyggja ikki fyri okkum sjálvi, men í relatiónum til onnur. Aktiv deyðshjálp er ikki bara eitt “frítt val”, men leggur eisini trýst á fólk, ið bara kenna seg sum eina byrðu fyri onnur. Tvs. at frítt deyðsval merkir, at fleiri fáa “deyðshjálp” enn í veruleikanum áttu at fingið tað.

Sama tankagongd kann yvirførast á “aktiva deyðshjálp av óføddum”, ið í grundini er tað, fosturtøka er. Verður fosturtøka eitt “frítt val”, verða møður at óynsktum børnum kroystar til fosturtøku. Og tá verður tað upp til hvørja einstaka mammu at standa ímóti trýstinum ella bara “lata fara”.

●     Eg eri í høvuðsheitum rættiliga liberalt hugsandi, men eg síggi greitt eina avmarking fyri liberalismuna, tá tað kemur til frælsið at gera inntriv í sjálvt lívið. Tað er veruliga, veruliga torført at síggja, hvussu dráp ikki kann metast at gera skaða. At umtala dráp sum frælsi er klárt og týðiligt “newspeak”. Sjálvt orðið “deyðs-hjálp” kundi nærum verið uppfunnið av Orwell.

Fortalarar fyri barnadrápi
Nógv spyrja meg, hví eg sýni hesum máli áhuga, tá eg ikki sjálvur eri kvinna og sostatt ongantíð fari at skula taka avgerð um fosturtøku. Orsøkin er, at eg ynski at verja eina menniskjafatan, ið ikki er gradualistisk, relativistisk ella utilitaristisk. Eg haldi at tað hevur týdning, at menniskjalív verða vird til fulnar, líkamikið um tey eru fødd/ófødd, frísk/sjúk, ung/gomul, rík/fátøk o.s.fr.

Harumframt síggi eg fría fosturtøku sum eina vandakós. Eg havi í hesi grein viðgjørt fyribrigdini “fosturtøku” og “aktiva deyðshjálp”, ið so at siga liggja í hvør sínum enda av lívsleiðini. Men tað verða gjørdar royndir at knýta saman fosturtøku og aktiva deyðshjálp.

Í tiltiknu greinini “After-birth abortion: Why should the baby live?” (2013), skrivaðu heimspekingarnir Alberto Giubilini og Francesca Minerva, at nýfødd ikki kunnu síggjast sum “veruligir persónar” og at tey tí ikki hava “moralskan rætt til at liva”. Tí eiga foreldur at kunna drepa sítt nýfødda barn, um tað t.d. er menningartarnað.

Høvundarnir skrivaðu, at ein nýføðingur hevur sama “moralska status” sum eitt fostur, tí bæði vanta teir tilløgdu eginleikar, ið geva rættin til lív. Nýføðingar eru sostatt ikki “veruligir persónar”, men “potentiellir persónar”, eins og fostur. Ein nýføðingur verður ikki ein persónur, fyrr enn hann kann fyrihalda seg til sína egnu tilveru og hevur fingið nøkur grundleggjandi virði.

Áðrenn nýføðingurin hevur fingið hesi, hevur hann “einki at missa” og sostatt heldur ikki “moralskan rætt til lív”. Nýføðingurin missir sostatt einki ítøkiligt, einans møguleikan at menna seg til at gerast ein “persónur”. Greinahøvundarnir nevna hetta “fosturtøka eftir føðing” og síggja ongan mun á hesum og “fosturtøku fyri føðing”. Tí eigur hetta at loyvast í øllum førum, har fosturtøka annars er loyvd. Tað kann vera trupult at staðfesta brek og menningartarn áðrenn føðing, og tí kann vera neyðugt at bíða við fosturtøkuni til eftir føðing. Annars hanga foreldrini upp á barnið, ið tey kanska vildu verið fyri uttan.

Greinin varð útgivin í tíðarritinum “Journal of Medical Ethics” har Julian Savulescu heimspekingur og táverandi professari við “Oxford Uehiro Centre for Practical Ethics” var redaktørur. Hetta var sostatt ikki onkur lágstandandi akademikari á einum útjaðarauniversiteti, men ein professari á sjálvum Oxford University, ið blástemplaði greinina og vardi hana dúgliga í miðlunum.

●     Eg haldi at argumentið um at tað er rætt at drepa nýfødd børn, tí tað ikki er nakar munur á føddum og óføddum børnum, er sera óhugnaligt. Umvent vil eg argumentera, at tað er ivasamt at drepa ófødd børn, júst tí at tað er skeivt at drepa nýfødd børn.

Barnadráp er vanligt í øðrum londum
Nevnast skal, at tað longu nú er loyvt at drepa fødd børn í summum londum. Belgia og Holland eru tvey tiltikin - beryktað - dømi. Hetta er ikki nakað nýtt. Í eldri tíðum var sera vanligt við barnadrápi - eisini í Føroyum, og sigast kann at fosturtøka hóast alt hevur verið ein orsøk til, at tørvurin á barnadrápi er minkaður - einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt.

Kring tað mesta av Europa er talið á barnadrápum minkað munandi, men í øðrum heimspørtum er barnadráp tó framvegis sera útbreitt, m.a. um barnið er genta. Í fleiri londum er dreingir eitt aktiv, men gentur ein útreiðsla, so her er talan eisini um nyttuetiska tankagongd. Gongdin í Vesturheiminum er tó tvíbýtt: í USA, Hollandi og Belgia er talið av barnadrápum økt munandi frá 60’unum fram til 00’ini. (Comparing trends in infanticides in 28 countries, 1960–2009. Idunn, 2015)

Nógv halda, at samanhangurin millum fosturtøku og aktiva deyðshjálp er ógreiður. Eg síggi hetta øðrvísi. Til ber sum víst at tosa um “fosturtøku eftir føðing”, men sostatt eisini at tosa um “aktiva deyðshjálp fyri føðing”. Í síðsta enda eru fosturtøka og aktiv deyðshjálp sama fyribrigdi - bara “vinklað” á ymiskan hátt. Í báðum førum er talan um ein hátt at sleppa av við óynskt menniskju, antin tí at tey bara koma í vegin fyri aðrar ætlanir (t.d. lesnað, karrieru, lívsstíl o.s.fr.) ella tí at tey hava okkurt brek, ið avvarðandi og samfelag ikki ynskja.

Eg kundi nevnt hundraðtals dømi frá londum, vit ikki hava hug at samanbera okkum við, men lat tað fara. Mín vón er, at hetta grundleggjandi kjakið um “menniskjafatan” verður tikið seriøst og ikki sett upp sum eitt partapolitiskt kjak. Miðflokkurin skal ikki sleppa at taka patent upp á sína positión afturfyri partapolitiskan løtuvinning, og fortalarar fyri “fríum vali” skulu eiheldur sleppa at ignorera tær etisku tvístøður, ið hópa seg upp innan hetta kjakið.

Hetta er als einki einfalt mál, men eitt sera stórt og samansett mál. Hetta snýr seg um, hvat eitt menniskja er, og hóast vit kunnu siga, at hetta rakar bara onnur, so kann samanrenningin av gradualistiskari, relativistiskari og utilitaristiskari menniskjafatan at enda raka øll tey, ið á ein ella annan hátt ikki liva upp til samfelagsligu idealini.  

●     Vónandi havi eg við hesi grein sett orð á nøkur viðurskifti, ið nógv gera sær tankar um, men sum eru torfør at kjakast siðiliga um. 

Sámal Matras Kristiansen,
Samfelagsfrøðingur,
undan Hvítusunnu 2024

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo