Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað er einki virksemi á Familjudepilinum í løtuni, men í nógv ár hava barnaverndartænasturnar kring landið havt møguleika at veita familjum eitt tilboð á depilinum.

Hetta tilboðið hevur havt eitt sera høgt og væl kvalifiserað fakligt orð á sær og hevur hjálpt og vegleitt nógvum familjum víðari á leið.

Á depilinum kemur ofta fyri, at dugnaligu starvsfólkini finna aðrar og smidligari loysnir enn, at barnið skal flytast burtur frá heiminum.

Tí havi eg spurt landsstýrismannin í almannamálum, hví einki virksemi er á Familjudepilinum og hvat ætlanin er við honum framyvir.

Tað er nógv skilagott, sum fer fram á depilinum, m.a. samtalur, samspælsvenjingar, refleksión o.a.

Foreldrini eru antin til arbeiðis sum vanligt ella hava frí, meðan uppihaldið er, og hava sjálvar ábyrgd av húsligum arbeiði og sínum fíggjarligu viðurskiftum.

Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo