Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Á fiskivinnutinginum 21.02.23 varð nógv tosað um Føroyabanka, og stóra toskin sum nøkur halda skal friðast. Eg havi skriva okkurt um hetta fyrr.

Í bókini fiskeri og havundersøgelser ved Fæeøerne frá 1943 stendur at toskurin við Føroyar eisini ferðast uppi í sjógnum fyri at finna føði, tað vita øll sum hava við sjógvin at gera, tað er løgi at Havstovan 80 ár seinri ikki er komin líka langt sum fiskimenn og danskir frøðingar vóru longu í 1943.

Fiskifrøðingarnir hava ongantíð dugað at stilla trol ella lemmar, tí hevur úrslitið av yvurlits trolingunum sjálvdan víst rætt úrslit, tað hava verið nógvir dunaligir menn við skipinum, men fiskifrøðingarnir vilja ikki lurta eftir nøkrum, so skili er har eftir, av tí sama villeiða teir polittikararnar.

Tað er ongin møguleiki at gera stovnsmeting av einum semi pelagiskum fiski, sum eisini kemur niður á 1300 metra dýpi.

Arvid Petersen var skipari á Skoraberg tá toskurin í oktobur 2019 var komin inn í kantin á Føroyabanka, tað var stórur toskur 4 til 20 ára gamal. Eftir fiskifrøðini skuldi tað verið ómøguligt, tí hvørki stórur toskur ella smáfiskur hevði veri á Føroyabanka seinastu 12 - 15 árini.

Arvid visti, at toskur tók steinar inn í magan tá hann flytur dýpið, so hann segði við teir sum kruvdu, at teir skuldu kanna um steinar vóru í maganum. Tað vísti seg at nógvir toskar høvdu steinar í maganum. Tíverri bleiv illveður so teir mátti gevast at fiska og fóru inn at landa.

Tá teir komu inn aftur setti Arvid seg í samband við Jarðfeingi, við fyrispurningi um hvat tað vóru fyri steinar. Úrslitið var sera óvæntað, nakrir granitt steinar vóru ímillum, og granit er ikki á Føroyagrunninum. Enn er ikki greitt hvar toskurim kom frá.

Í yvirlits trolinginum á vári 2020 var tað mesta av toski sum Magnus Heinason hevur fingið seinastu 15 árini, sum sæst her alt stórur toskur.

Magnus hevði 12 tons av toski, 8.550 tons vóru seld ígjøgnum uppboðssøluna. Av tí vóru 50% toskur 1,  45% toskur 2, og bert 4% toskur 3 og 1% toskur 4.

Tað var so lítið av smáum toski, so eg veit ikki hví, teir skrivaðu, tað var toskur av øllum støddum.

Tey 12 seinastu árini hevur Havstovan einsamøll havt alla ábyrdina av Føroyabanka, og ongantíð hevur verið so lítið til av toski á bankanum.

Ábendingar eru um, at toskurin á FB er komin fyri seg - sí her.

Ongin toskur - sí her.

Nógvur stórur toskur 4 ár til 20 ár gamal toskur - sí her.

Kanningar hava víst, at havtaska etur 10.000 tons av fiski á føroysku grunnunum um árið, hvussu nógv blívur eti á Føroyabanka veit eg ikki, men tað er fleiri ferð so nógv sum er fiskað á Føroyabanka um árið.

Tað má eisini fiskast meira av stóra toskinum so hann ikki etur smærra fiskin - sí her.

Í sendingini bleiv eisini tosað við ein góðan kokk, sum dugir at gera mat. Eg haldi, hann veit lítið ella onki um fiskarí og fiskastovnar. Tí er tað løgið, at hann skal úttala seg um toskastovnin á Føroyabanka.

Nøkur halda lítið um okkara fiski- og alivinnu. Men tær geva nógv til landið. Tey seinastu árini er ferðavinnan eisini komin við inntøkum til Landskassan.

Eyðun Hansen
Vestmanna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo