Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari:  Høgni Hoydal, løgtingsmaður
Svarari:  Løgmaður
Evni: Nevndarbroytingar í BankNordik

Spurningar:

- Hví hevur løgmaður tikið undir við at skifta alla nevndina í BankNordik út beint undan aðalfundinum, og hvør er grundgevingin?

- Hvør hevur tikið stig til at fáa allar nevndarlimirnar skiftar út, hóast beint áður alment varð fráboðað, at bert tveir nýggir nevndarlimir skuldu veljast, og hvør er grundgevingin hjá stigtakarunum fyri at skifta eina heila nevnd út í einum?

- Hvør er strategiin og eigarapolitikkurin hjá landsstýrinum sum størsti partaeigari í BankNordik?

- Tekur løgmaður undir við, at BankNordik rindar risastór vinningsbýti til partaeigararnar, sum í stóran mun fara av landinum?

Viðmerkingar:
Um vikuskiftið frættist í Útvarpinum, at øll nevndin í BankNordik skal skiftast út á aðalfundinum í næstum. Áður varð alment boðað frá, at tveir nýggir nevndarlimir skulu veljast.

Upplýst varð eisini, at landsstýrið sum størsti partaeigari hevur tikið undir við hesi knappligu broyting og almennu fráboðan, og at tað er løgmaður, ið hevur tikið avgerðirnar vegna landsstýrið.

Tað er sera óvanligt, at ein heil nevnd verður skift út við so knappari fráboðan og enntá í einum so týðandi stovni sum landsins størst banka, og at ein almenn fráboðan verður broytt við so stuttum skotbrái.

Tí verður løgmaður biðin um at greiða tinginum frá, hvørjar orsøkirnar eru til hetta, og hvørjar ætlanir og hvønn eigarapolitikk landsstýrið hevur sum størsti partaeigari í BankNordik.

Á løgtingi, 08. mars 2022
Høgni Hoydal

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo