Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum
Evni: Stuðul og útflutningur til Ukraina

Spurningar:
1. Hvørjar eru yvirskipaðu umstøðurnar fyri útflutning av føroyskum vørum til Ukraina?

2. Hvør er gongdin fyri útflutning av føroyskum vørum og tænastum til Ukraina?

3. Er grundarlag fyri at stuðla Ukraina búskaparliga við størri útflutningi av føroyskum vørum og tænastum?

4. Eru markaforðingar fyri útflutning av føroyskum vørum og tænastum til Ukraina?

5. Hvussu stórur partur av játtanini til neyðhjálp fer til Ukraina?

6. Halda samráðingarnar millum Føroyar og Evroasiatiska búskaparsamveldið um fríhandilssáttmála fram, hóast nýggju støðuna?

7. Hvønn leiklut hevur føroyska sendistovan í Moskva í samband við ósemjuna millum Russland og Ukraina?

8. Hevur landsstýrið nakrar ítøkiligar ætlanir um at stuðla Ukraina fíggjarliga, búskaparliga, politiskt, diplomatiskt ella á annan hátt í kjalarvørrinum á russisku innrásini?

Viðmerkingar:
Útflutningsvirðið til Ukraina var bert 4,6 milliónir krónur í 2016, men í 2021 var útflutningsvirðið 104,6 milliónir krónur 1. Í tonsum vóru føroyskar fiskavørur 4,8% av samlaða innflutninginum av fiskavørum hjá Ukraina í 2020 2. Tað er áhugavert at vita, hvørjir møguleikar eru fyri at stuðla Ukraina við at selja føroyskar fiskavørur til teirra, og hvørjar møguligar avbjóðingar og forðingar eru í hesum sambandi.

Føroyar hava í fleiri ár arbeitt miðvíst við at fáa handilssáttmála við Evroasiatiska Búskaparsamveldið (EABS) 3. Eftir russisku innrásina í Ukraina er at kalla allur samhandil millum Russland og Føroyar hildin upp at, og føroyskir útflytarar hava flutt seg til aðrar marknaðir.

Ein av fremstu uppgávum hjá Sendistovu Føroya í Moskva hevur verið at virka til frama fyri einum fríhandilssáttmála við Russland og hini limalondini í Evroasiatiska búskaparsamveldinum. Tað er áhugavert at fáa innlit í, hvønn leiklut sendistovan í Moskva hevur í dag, eftir at viðurskiftini millum Russland og restina av heiminum eru
broytt so grundleggjandi.

At enda ynskist svar uppá, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur um at stuðla Ukraina í krígnum móti Russlandi.

Á Løgtingi, 12. august 2022
Bjarni Kárason Petersen

1 Hagstova Føroya
2 UIFSA (Association «Ukrainian importers of fish and seafood»)
3 EN: Eurasian Economic Union (EAEU)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo