Sjáldan stýra kenslur eftir kumpass
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Dartsambandið: Um vikuskiftið verður FM fyri einstaklingar og pør í Mentanarhúsinum í Fuglafiðrið. 48 menn, 11 kvinnur og 8 pør verða við. Tað verður gjørt nógv burturúr sum vanligt, og sum nakað nytt, so verður stroymt frá kappingini, heilt frá fyrsta dysti av.

Hjá monnum hevur eingin leikari ið ikki umboðar Havnar Dartfelag vunnið nakra FM kapping í yvir 1000 dagar. Og hava teir baðir Jan McIntosh og Uni Árting verið einaráðandi. Jan sum fyri stuttum gjørdist Nr 5 í Europa, er sjálvandi favorittur at vinna kappingina, men um hann ikki rakar dagin ordliga, so eru fleiri ið vilja vinna FM. Uni er sjálvandi næstur í røðini, men eisini Jan Erik Fjallstein, Allan við Rætt, Niels Thomsen, Gunnar Mouritsen og Remy Gaardlykke kunnu gera seg galdandi, um teir raka dagin.

Í kappingini hjá einstaklingum hjá monnum, verður byrja við teimum leikarum, sum á styrkilistanum liggja frá Nr 17 til 48, aðrenn teir bestu 16 koma inn í kappingina.

Hjá kvinnum hevur Beinta Joensen úr Klaksvíkar Dartfelag verið einaráðandi seinasta árið, men tó so hevur Birthe Sikivat úr Argja Dartfelag mangan givið henni harða kapping. Eisini sóu vit til seinstu innleiðandi kapping, at tann mest rutineraða av teimum øllum Joan Edvør Jacobsen úr Vága Dartfelag enaði í finaluni, so har kann gott gerast rættiliga spennandi

Beinta og Jan eru verðandi FM vinnarar, og eru tey, tey bestu boðini uppá FM 2022. Men um tey ikki raka dagin, so kann alt henda.

Í tvímansleiki har 8 tey bestu pørini frá árinum møtast, eru Jan og Uni stór favorittar,  men eisini her snyr tað seg um dagsformin, um teir ikki gera tað, so eru tað serliga tvinni pør úr D9 ið kunnu arga, Remy/Marjus og Allan/Heri kunnu á einum góðum degi gera tað trubulet fyri favorittarnir, men eisini eitt par sum Jan Erik/Jón kunnu arga.

Spennandi verður í Fuglafiðrið leygardagin. Kappingin byrjar kl 11.00 og vónandi leggja nógv fólk leiðina forbí í Mentanarhúsinum til ein frálíkan dart dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo