Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Hvørjar Føroyar ynskja vit okkum? Hesin spurningurin varð settur fyri júst 76 árum síðani í dag, 14. september. Svarið var, at føroyingar ynsktu sær einar frælsar Føroyar. Men hvat merkir tað?

At gerast sjálvstøðugt land er ikki einans endamálið – tað er eisini miðilin at betra Føroyar. Vit mennast sum fólk, tá ið vit taka ábyrgd, samstundis kunnu vit ikki renna undan ábyrgdini og tveita hana yvir á eitt annað land. Tað er nokk heldur einki so natúrligt, sum at tað er fólkið, ið býr í einum landi, sum hevur ávirkan á, hvørjar avgerðir skulu takast.

Eingi eru betur før fyri at reka okkara áhugamál og at vita, hvussu okkara samfelag verður best skipað, enn vit, sum búgva her.

Seinastu árini havi eg í tinginum ferð eftir ferð upplivað, at avgerðir um Føroyar verða tiknar av øðrum og ikki av okkara fólkaræði. Yvirtikin málsøki verða løgd undir “trygdar- og verjupolitikk”. Vit hava lógir, ið verða snikkaðar til danska samfelagið, og sum vit ikki sleppa at tillaga til okkara samfelag, tí vit ikki ráða á tí málsøkinum. Sum løgtingsfólk hoyrdu vit um ætlanirnar um ein nýggjan radara á einum tíðindafundi í Danmark. Hetta er at halda okkara fólkaræði og føroyska samfelagið fyri gjøldur.

Tá ið onnur so royna at mála eina falska mynd av føroysku loysingarrørsluni sum eina dreymakenda rørslu, ella einari rørslu, ið hatar Danmark og danskarar, so skulu vit lyfta okkum upp um tað og duga betur at geva loysingini innihald.

Tá ið tjóðskaparfólk ferðaðust landið í 1946, snúði tað seg ikki bara um atkvøða fyri loysing. Tað snúði seg um at geva loysingini innihald. Tey fóru runt um alt landið at tala um skattapolitikk, sosialpolitikk, fyri at nevna sumt. Tað snýr seg um, hvørjar Føroyar vit ynskja okkum. Fyri meg er tað einfalt. Tjóðskaparpolitikkur er so nógv meira, enn bara loysing.

Einki er so tjóðskaparligt, sum at tryggja øllum, sum búgva her, tak yvir høvdið. Einki er so tjóðskaparligt, sum at javnseta okkum øll, so vit øll kunnu velja Føroyar, óansæð hvørji vit eru. Einki er so tjóðskaparligt, sum at virka fyri, at øll fáa sømilig kor, og at eingin serstøk stætt eigur framíhjárætt til vald og ognir landsins. Einki er so tjóðskaparligt, sum at vilja varðveita føroysku náttúruna.

Tað eru 76 ár síðan, at føroyingar valdu loysing. 76 ár er tríggjar ferðir mín aldur, tí kann tað hjá mær og mínum javnaldrum onkuntíð vera trupult at fyrihalda seg til fólkaatkvøðuna – eisini hjá okkum, sum hava sum aðalmál at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land. Tá ið fólk spyrja, hví vil skulu loysa, so er svarið ikki fólkaatkvøðan í 1946.

Svarið skal koma úr nútíðini og hvørjari framtíð, vit ynskja okkum. Fólkaræðið er í hásæti, tá ið vit eru umboðað, tá ið avgerðir verða tiknar um Føroyar. Tí skulu vit hava so stóran sjálvsavgerðarrætt sum gjørligt.

At skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land er at gera upp við danskt yvirvald og at skipa okkara samfelag eftir okkara førimuni og tørvi. Tí er ein fortreyt fyri føroyska lýðveldinum, at tað er frælsi frá øllum yvirvaldi. At føroyingar eru eitt frælst og javnsett fólk í einum frælsum og javnsettum landi. Vit skulu øll fáa ágóðan av teimum frælsu Føroyum.

Vit skulu altíð stríðast fyri, at tað er føroyska fólkið, sum ræður. Stríðið fyri at skipa Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land skal tí eisini verða miðilin til eitt betri samfelag, ið rúmar okkum øllum og tryggjar komandi ættarliðum betri umstøður, enn vit hava í dag. Tað skal tryggja okkum eitt samfelag við loysnum, ið hóska til okkara samfelag og okkara tørv.

Tað besta vit kunnu gera fyri at heiðra úrslitið av fólkaatkvøðuni í 1946 er at hyggja frameftir og duga betur at geva loysingini innihald.

Hervør Pálsdóttir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo