Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Ingilín D. Strøm, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Bíðitíðin at skifta mjødn

Spurningar:
1. Hvussu long er bíðitíðin at skifta mjødn?
2. Er nøkur ítøkilig ætlan at stytta um bíðitíðina?
3. Hvussu ber tað til, at mjadnaskurðviðgerðir ofta verða útsettar?

Viðmerkingar:
Øll, ið hava bíðað eftir viðgerð, vita, at bíðitíðin oftast kennist drúgv.

Tá viðgerðir ferð eftir ferð verða útsettar, kann hetta hava álvarsamar avleiðingar.

Dømi er eitt nú um, at mjadnaskurðviðgerð, ið skuldi vera í februar í ár, er útsett upp til fýra ferðir og verður nú væntandi ikki fyrr enn í novembur í fyrsta lagi. 

Tá skurðviðgerðir verða fluttar, kann tað hava stórar avleiðingar fyri sjúklingin. Møguliga kropsliga, men eisini sálarliga, arbeiðsliga og sosialt.

At skifta mjødn er sjáldan partur av eini lívshættisligari sjúku; men verður farið um 52 vikur, og talan ikki er um lívshættisliga sjúku, so hevur sjúklingurin ikki longur rætt til dagpening, hóast viðkomandi enn ikki er arbeiðsfør/ur. Haraftrat kann sjúklingurin verða uppsagdur, um sjúkrameldingin fer út um 120 dagar. 

Tí verður hesin fyrispurningurin settur.

Á Løgtingi, 24. august 2022
Ingilín D. Strøm

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo