

Fróðskaparsetrið: Jóhannis Danielsen, lívfrøðingur á Náttúruvísindadeildini, hevur fyrilestur á Torradøgunum 16. februar kl 19:00, í miðhøllini á Skúlatrøð í Klaksvík.
Framløgan verður um, hvussu dálking av plasti skaðar ymisk djór í sjónum. Hugt verður eftir, hvussu nógv plast havhesturin í Norðsjónum og um okkara leiðir hevur í maganum.
Greitt verður frá kendum og hugsandi vandum, ið kunnu standast av, at djór eta plast og hvørja ávirkan hetta kann hava á tey, ið eta hesi djór. Til seinast verður greitt frá, hví havhesturin etur plast.
Skrá fyri Torradagar sæst her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo