Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Skúlablaðið: Tíðindi um kríggj og familjur, sum flýggja, eru at hoyra og síggja alla staðni og alla tíðina í løtuni. Hetta kann elva til ótryggleika. Hvat kunnu vit gera fyri at fáa børn okkara at kenna seg trygg? Og hvat kunnu vit gera fyri flóttafólkini, sum longu eru komin til okkara, kenna seg trygg?

Jon Håkon Schultz, professari, hevur nøkur góð ráð til okkara. Hann hevur nógvar royndir at arbeiða við flóttafólki.

– Vit hoyra alla tíðina tíðindi um kríggj, sum ikki er langt burtur frá okkum. Tað er dramatiskt og ræðandi fyri bæði børn og vaksin. Børn hava vánaligar fortreytir til at seta alt, tey hoyra og síggja, saman til nakað, sum gevur meining. Tí tørvar teimum hjálp frá vaksnum, sigur Schultz.

Hann heldur, at tað kann vera krevjandi fyri summi vaksin, tí vaksin gerast stúrin av hesum. Børn fáa nógv meiri við, enn vit halda, men tey fáa bara smáar bitar við. Tí vantar teimum vitanina og lívsroyndirar fyri at seta alt saman til eina heild.

– Tí mugu vit forankra okkara egna tryggleika, áðrenn vit tosa við børn um hesi viðurskiftini, sigur Schultz.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo