Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Klaksvíkar kommuna: Eldraráðið í Norðoyggjum hevur fjølbroyttar uppgávur, har ein teirra er at virka fyri áhaldandi kunning til tey eldru. Tað er í hesum sambandi, at Eldraráðið skipar fyri kunningarfundi, har tvær framløgur verða á skránni.

Jógvan Páll Lassen, advokatur, fer at tosa um, hvussu eldri kunnu tryggja sín rætt til bústað, eitt nú tá ið fleiri ættarlið deila bústað.

Eisini Súsanna Nordendal, sum er virkandi stjóri í Familjufyrisitingini, fer at greiða frá hvussu ein tryggjar seg, tá ið m.a. hjúnafelagin doyr, og atgongdin til peningakonto v.m. verður skerd. Súsanna Nordendal fer eisini at greiða frá møguleikanum at stovna eina framtíðarfulltrú, sum seinni kann kann setast í verk, t.d. eftir at fólk hava fingið demenssjúku.

Kunningarfundurin verður:
Hvar: í Ósáskúlanum
Nær: Týskvøldið 31. januar kl. 19.00

Bjóðað verður kaffi og okkurt søtt

Øll áhugaði eru vælkomin. Yngri, sum eldri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo