Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Buurtzorg-modellið verður nú brúkt í øllum Hollandi og verður kopierað fleiri staðni runt um í heiminum - eisini í Danmark.

Maðurin handan modellið er Jos de Blok, og hann verður kallaður einki minni enn "Steve Jobs innan eldrarøktina."

Tá ið danska TV 2 var og hitti hann á skrivstovu hansara í hollendska ídnaðarbýnum Almelo, er hann í svørtum klæðum: jeans, skjúrtu, skómApple Watch, og um stólin hongur ein svartur leðurjakki. Ein mynd av Che Guevara sæst aftanfyri.

- Okkum tørvar eina revolusjón – eisini í eldrarøktini, sigur Jos de Blok.

Jos de Blok er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, og tá ið hann í 2006 byrjaði Buurtzorg, var tað av frustrasjón: Sjúkrarøktarfrøðingar rýmdu úr starvinum, og heimahjálpaskipanin var sera hierarkisk og bureaukratisk, sigur hann.

- Stutt sagt so var eg illur inn á skipanina. Alt var so sundurpettað, og kjarnin var burt, sigur Jos de Blok.

Kjarnin er sambært honum umsorgan og borgarin, sum tørvar røkt.

Visjónin hjá Jos de Blok er, at hugsast skal niðrifrá og upp, ikki øvut.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo