Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Um deildin fyri tøkni og umhvørvi hjá Aarhus kommunu hevur fingið íblástur av øllum tosinum um kynsneutral ferðsluljós fæst ikki at vita. Men nú ætla tey har at broyta ljósini, so tey ikki bara vísa ein mann, men ein víking í fullari mundering - við skjøldri, svøri og hjálmi, skrivar Jyllandsposturin.

- Vit eru ein býur við heilt serligum týdningi fyri víkingatíðina. Til dømis liggja fleiri gøtur í miðbýnum júst sum tær gjørdu fyri yvir 1.000 árum síðani, sigur Bünyamin Simsek, sum er ráðmaður við ábyrgd av tøkni og umhvørvi í kommununi.

Sum skilst er ætlanin at byrja í smáum, og tað fer at kosta um 1.000 kr fyri hvørt ljós sum verður skift.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo