Vága kommuna: Tann 18. august í ár letur nýggja ungdómshúsið upp í Vága kommunu. Nýggja ungdómshúsið er gamla kommunuskrivstovan í Miðvági.
Ætlanin er at fara undir eina royndartíð eftir summarfrítíðina, har børn í 5. og 6. flokki fáa eitt kvøld um vikuna í ungdómshúsinum. Mikukvøld og leygarkvøld verður sum áður fyri 7. flokki og ungdómi upp til 18 ár.
Opið verður soleiðis eftir summarfrítíðina
Mánakvøld: 17 – 20. 5 og 6 flokkur
Mikukvøld 19 – 22. 7 flokkur og upp til 18 ár
Leygarkvøld 19 - 24 7 flokkur og upp til 18 ár
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo