Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mannarættur ei hvørjum fólki tillutaður er;
hóast vit ongantíð áður so upplýst hava verið við megi,
hvar í víðu verð ein fer,
er mannarættur ein framhaldandi tregi.

Lond saman um heimsyvirlýsing stóðu;
30 lógargreinar londini saman bundu,
at virða grundleggjandi rættindi menniskju umbóðu,
ræðuleikar frá heimskríggjum ongantíð aftur upplivast skuldu.

Alskyns fólk rætt til mannarættindi hava;
søguliga og í dag hetta ein avbjóðing er,
at avmarkað vald og verja tey, nógv ikki dáma,
hóast nógvan framburð í hesari verð.

Í dag 10. desember er høvi heimsyvirlýsing hjá ST at hátíðarhalda;
ljós verða tendraði fyri hvørjum fólki sær,
mannarættindi eisini í Føroyum skulu galda,
hóast mótstøðu frá valdshavarum víða hvar.

Henrik Weihe Joensen
10. desember 2022

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo