Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í dag er fyrsti harudagur, og vanliga fara nógvir harumenn í nógvum bygdum fyrsta túrin at skjóta harur í dag. Men kanska eru fleiri setstir aftur, tí veðrið skal helst vera til vildar, tað vil siga, ikki ov nógv regn, tí tá er ikki so nógv hara at síggja.

Sambært samanteljingum sum Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, hevur gjørt seinastu 10 árini verða í miðal 6.390 harur skotnar í Føroyum hvørt ár. Tó er hugsandi, at talið er størri, tí ikki alt, sum verður skotið, verður skrásett.

Besta árið sambært uppteljingunum hjá Eyðfinni var fyrraárið tá 9.562 harur vórðu skotnar.

Loyvt er at skjóta haru til 1. januar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo