

Seinastu árini hava bæði Kina og USA sýnt Føroyum óvanliga stóran áhuga: Einfalda avgerðin um veitara av 5G neti til Føroyar gjørdist til eitt stórmál í altjóða politikki, har USA og Kina sendu síni sendifólk til Føroya í fleiri umførum.
Somuleiðis er aftur áhugi at seta upp ein lofteftirlitsradara í Føroyum, tí eygu skulu haldast við ferðsluni á føroyskum leiðum.
- Hví eru størstu og valdsmiklastu tjóðirnar brádliga eru so áhugaðar í Føroyum?
- Hvørjar avbjóðingar og møguleikar hava Føroyar av áhuganum og trýstinum frá stórveldunum?
- Hvørja ábyrgd hava Føroyar í sambandi við verjuna av okkara øki?
Ráðstevnan fer av bakkastokki kl. 13 á Hotel Føroyum, har framløgur verða frá politikarum, myndugleikum og granskarum innan altjóða trygdar- og verjupolitikk, ið koma at lýsa, hvussu vaksandi áhugin fyri arktiska økinum beinleiðis og óbeinleiðis kemur við nýggjum avbjóðingum og møguleikum.
Tað verður eisini gjørligt at stroyma á ráðstevnuna á hesi leinkjuni: https://youtu.be/Vvh-0Lo7XeI
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo