Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í dag koma amerikanskar rakettir av slagnum Harpoon til Bornholm. Tað hendir sama dag sum russiska innrásin er tríggjar mánaðar gomul, og samstundis byrja eisini hernaðarvenjingar sum USA og Danmark hava saman á Bornholm.

Talan er um framkomnar rakettir sum kunnu ferðast yvir 500 kilometrar og harvið raka mál í Russlandi.

Russar eru alt annað enn fegnir um støðuna, og russiski sendiharrin í Danmark, Vladimir Barbin, hevur sagt við TV2, at hetta er eitt stig á leiðini sum broytir støðuna hjá Bornholm, frá at vera ein "friðaroyggj" til at vera ein hernaðarlig víggirðing.

Venjingin hevur verið ætlað í yvir eitt ár, og nú hon fer í gongd er hon eisini ein ávaring til Russlands, sigur danski verjumálaráðharrin, Morten Bødskov.

- Putin skal bara vita, at vit standa saman øksl við øksl, sigur hann við danska TV2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo