Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Skráin fyri vitjanina byrjar kl. 15.20 í Vatnsoyrum. Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu og frú Heidi Prior taka ímóti H. H. Drotningini uttanfyri Zarepta. Ester Vang, oldurabbadóttur Martin Nielsen (stóra Martin) handar H. H. Drotningini blómutyssi.

Síðan navnkennir borgarstjórin býráðið og stjóran í kommununi í hesum rað:

  • Albert Ó. Ellefsen varaborgarstjóri
  • Jóanis Albert Nielsen
  • Rósa Samuelsen
  • Dagbjørn Hansen
  • Tórdis Eleina Dam Johannesen
  • Sólfríð Fjallsbak
  • Herborg Heidiardóttir Gaardlykke
  • Ásla Leila B. Johansen
  • Jónhard Selfoss
  • Jóhan Hendrik Ellefsen kommunustjóri

Borgarstjórin navnkennir síðan borgarstjóran í grannakommununi Sørvágs kommunu, Eyð Ellingsgaard.

Spákað verður niðan gjøgnum garðin, har borgarstjórin navnkennir leiðsluna í Zarepta, Jákup N. Olsen og frú Dorrit Olsen.

Kiara av Rana, langabbabarn Brynleif Hansen, handar H. H. Drotningini blómutyssi.

Uttanfyri heldur Jákup N. Olsen røðu, og síðan syngur barnakór, sum John Færø stjórnar. Fari verður sína innar í matarhøllina har sagt verður frá søguni og virkseminum í Zarepta. Skipað er fyri samrøðu við børn, sum siga frá upplivingum sínum í Zarepta, og við Elsu Djurhuus, einkjuna eftir Brynleif Hansen. Saman stovnaðu tey Zarepta.

Vitjanin endar við rundvísing, og H. H. Drotningin fær sum gávu eina tekning frá Heina Mørkøre, sum er gjørd í Zarepta í summar.

Borgarstjórin vertur fyri døgurða á Gamla Hotel
Á síni vitjan í Føroyum í 1959, sum krúnprinsessa, var H. H. Drotningin á Gamla Hotel - Magenta í Miðvági, saman við foreldrunum og systrunum. Borgarstjórin verður vertur fyri døgurða fyri innbodnum á Gamla Hotel - Magenta kl. 19.00.

Bjarni Prior, borgarstjóri og frú Heidi Prior taka ímóti H. H. Drotningini. Kvinnukórið Fljóðljóð syngur uttanfyri, tá ið komið verður. Borgarstjórin navnkennir Marit Jóhansdóttir, ið eigur hotellið, og bróðurin Napoleon Magnussen. Undir døgurðanum heldur borgarstjórin røðu og handar H. H. Drotningini gávu. Greta Svabo Bech framførir nakrar sangir. Døgurðin endar kl. 21.15.

Á vitjanini í 1959 var millum annað fari út á svalan, har Kongur við familju heilsaði uppá stóru fólkamongdina sum var komið saman.

Aftaná døgurðan kl. 21.15, fer H. H. Drotningin út á svalan at heilsa uppá tey sum møta upp. Skipað verður soleiðis fyri, at ein felagssangur verður sungin fyri H. H. Drotningini, áðrenn borgarstjórin fylgir H. H. Drotningini aftur til bilin og takkar fyri vitjanina. Mint verður á almennu tilmælini um frástøðu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo