Fleiri serstørv, maður hevur, minni serfrøðingur er hann
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Er maðurin als ikki til staðar í samfelagnum.

Hvussu í allari víðu verð ber til at úttala seg soleiðis um kommunusamanlegging, samstundis sum vit regluliga hoyra grát og tannagrísl úr høvuðsstaðnum. Børnunum tørva ansing, skúlabørnini verða tveitt millum skúlar, teim gomlu mangla pláss á eldraøkinum og eg kundi hildið áfram. Er hetta veruliga tað, sum Johan Dahl metir er eitt framstig fyri borgararnar í Føroyum.

Jóhan Dahl skal vera hjartaliga vælkomin at vitja í Eiðis kommunu. Her kunnu vit vísa honum eina kommunu, sum lyftir allar kommunalu uppgávurnar bæði betur og fíggjarliga skynsamari enn stóru kommunurnar.

Onkursvegna tykist tað sum, at tað er so deiliga populistiskt at blaka eitt lesarabræv um kommunusamanlegging út. Eingin veruligur substansur, eingi hagtøl, einki nakað sum helst. Bara ein floskil, sum hevur verið sagdur so mikið ofta, at fólk eru farin at trúgva honum. 

Nei Johan Dahl, hóast tú regluliga hevur tørv á at profilera teg sjálvan, so eigur tú at finna tær okkurt annað at arbeiða við enn júst hesum.

Jógvan í Skorini

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo