Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Ruth Vang, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Í hvørjum kommunukassa endar húsaleiguskattur

Spurningar:
1. Hvør kommuna fær kommunuskattainntøkuna av langtíðarleigu sambært § 8 a í ásetingarlógini, tá eigarin av leigubústaðnum er búsitandi/skattskyldugur í aðrari kommunu, enn har leigubústaðurin er?

2. Hvør kommuna fær skattainntøkuna av leiguinntøku, sum ikki kemur undir langtíðarleigu, men sum stavar frá eitt nú stutttíðarleigu til ferðafólk, Airbnb o.l., tá eigarin av leigubústaðnum er búsitandi/skattskyldugur í aðrari kommunu, enn har leigubústaðurin er?

3. Hvussu stórar eru skattainntøkurnar hjá ávikavist landi og kommunum av langtíðarleigu?

4. Hvussu stórar eru skattainntøkurnar hjá ávikavist landi og kommunum av leigu, sum ikki er langtíðarleiga?

Viðmerkingar:
Undirritaða hevur forhoyrt seg ymsastaðni í skipanini og semja sýnist ikki at vera um, hvør kommuna fær skattainntøkuna frá húsaleigu, sum ikki er langtíðarleiga, tá hús og húsaeigari eru í hvør sínari kommunu. Tí verður hesin spurningur settur.

Sum skilst verða vanlig langtíðarleigumál skattað sambært § 8 a í ásetingarlógini, tvs. leiguinntøka sum er hægri enn kr. 100.000 árliga. Inntøkan verður býtt ímillum kommununa, har leigubústaðurin er, og landið við ávikavist 45% og 55%.

Hinvegin verður eitt nú inntøka frá Airbnb løgd aftrat persónligu inntøkuni og býtt sum vanligur inntøkuskattur ímillum land og kommunu. Spurningurin er so, hvør kommuna fær skattainntøkuna frá hesari leiguinntøkuni, tá skattgjaldarin hevur bústað og skattskyldu í aðrari kommunu, enn har leigumálið er.

Nú ferðavinnan er vaksandi og frádrátturin fyri inntøku av langtíðarleigu er høgur, er hugsandi, at skattainntøkurnar frá leigu til ferðafólk eru lutfalsliga stórar sammett við langtíðarleigu. Tað er kommunan, har leigumálið er, sum hevur útreiðslurnar av tilbúgving, vatnveiting, kloakk og øðrum. Tí er hesin spurningur viðkomandi.

Viðvíkjandi vinnuligari útleigan, so sýnist vera greitt, at skattainntøkan fellur til kommununa, har leigubústaðurin er.

Á Løgtingi, 9. september 2022
Ruth Vang

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo