Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Vetrartíðin endar og summartíðin byrjar síðsta sunnudag í mars, og tað er sum kunnugt í morgin.

Tí skal klokkan flytast klokkan eitt í nátt, so at hon verður tvey.

Hóast flestu lond í heiminum hava summar- og vetrartíð, so skifta ikki øll ímillum, til dømis hevur Ísland somu tíð alt árið. Seinastu árini hevur eisini tos verið innanveggja í ES um at hava somu tíð alt árið. Men fyribils er so ikki meira hent tí viðvíkjandi. Summartíðin varar í sjey mánaðir, frá síðsta sunnudegi í mars til síðsta sunnudag í oktober.

Sagt verður, at tað ávirkar fólk ikki onki, at flutt verður runt við klokkuni. Hjá summum tekur tað upp til fimm dagar áðrenn tey hava vant seg við, at klokkan er flutt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo