Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Mynd tikin í morgun, 11. mai 2022, av Hellutanga

Mynd tikin í morgun, 11. mai 2022, av Hellutanga

Mynd tikin í morgun, 11. mai 2022, av Hellutanga

Svar upp á § 52a fyrispurning frá Hervør Pálsdóttir, nr. 52-183/2021, viðvíkjandi vrakinum á Víkum

Spurningar:
1. Er nøkur ætlan um at seta eina tíðarfreist fyri at fáa vrakið av Hellutanga tikið upp?

2. Eru kanningar gjørdar av, hvørji árin kunnu vera av óhappinum á Víkum?

3. Um ja, hvat vísir kanningin?

4. Er tað hugsandi at gera náttúruperluna á Víkum til tjóðargarð ella friðað økið?

Svar til nr. 1
Landsstýrið heldur, at tað er týdningarmikið, at ruddað verður upp eftir óhapp. Tí hevur Umhvørvisstovan havt regluligt samband við P/F Luna síðani óhappið við Hellutanga hendi á Víkum í apríl 2021. P/F Luna hevur í hesum samskifti gjørt greitt, at ætlanin var fáa vrakið upp aftur. Fleiri royndir vórðu gjørdar at fáa vrakið av Víkum í fjør summar.

Viðurskiftini á Víkum gera, at tað einans ber til at arbeiða við hesum í summarhálvuni, tá ið veðrið er til vildar. P/F Luna hevur gjørt kanningar á Víkum í vár, og fara P/F Luna og Umhvørvisstovan at umrøða støðuna í næstum. Í løtuni eru ongar ætlanir um at seta eina tíðarfreist fyri at fáa vrakið av Hellutanga tikið upp.

Svar til nr. 2-3
Roknað verður ikki við, at Hellutangi fer at hava serligar avleiðingar fyri havumhvørvið.

Hellutangi hevði lítið ella einki av olju og øðrum dálkandi evnum umborð. Ei heldur er Hellutangi til ampa fyri eitt nú fiskiskap og skipaferðslu.

Umhvørvisstovan veit ikki um, at nakrar kanningar eru gjørdar av árinum av óhappinum á Víkum.

Svar til nr. 4
Í løtuni eru ongar ítøkiligar ætlanir um at friða økið á Víkum ella at lýsa tað sum tjóðargarð.

Eisini skal havast í huga, at hóast óhappið við Hellutanga hevur P/F Luna galdandi aliloyvi á Víkum.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 10. mai 2022
Magnus Rasmussen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo