At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Heiðrik á Heygum framsýndi í novembur til januar framsýningina, Kjøt í Toronto. Nú er
framsýningin komin til Føroya, og letur upp í morgin, fríggjadagin kl. 15.00 í Müllers Pakkhúsi.

Talan er um stórar vatnlitsmálningar, har Heiðrikur á Heygum hugleiður um kjøt, og hvussu vit royna at skilja kjøtið frá djórinum. 

"Í flestu londum verða djór dripin og slaktaði handan stongdar dyr. Vit skræða skinnið av
teimum, og skifta tað út við glampandi plastikki. Reinsa kjøtið, so alt sær snotiligt út og tryggja at tað er uttan blóð, so tað ikki vekir nakað samvitskubit. Flest øll stórbýarfólk hava óivað sæð djórið í veruleikanum, og seta tað bert í samband við teirra yndiskjøt á navnaskeltinum í frystaranum. Er tað seyða-, apu- ella menniskjakjøt? Hvør er munurin?

Tað er alt kjøt.

Hesir málningar eru av ymiskum føroyskum kjøti, ið bóndir hava alið og slaktað, pakkað og
síðani selt á alnetinum"

Framsýningin opnar fríggjadagin 31. mars kl. 15.00 - 18.00, og er opin hvønn dag fram til 9. apríl 2023

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo