Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í USA tosa tey nú um X-dagin, sum ikki er so langt burtur, umleið 1. juni, siga fleiri.

Tað er dagurin tá USA ikki longur kann gjalda sínar rokningar, tí politikararnir ikki semjast um at hækka skuldarloftið. Tað er markið fyri, hvussu nógv USA kann skylda, og er blivið alsamt hækkað í fleiri umførum seinastu nógvu árini, men nú siga republikararnir at tað er nóg mikið, uttan at stórar sparingar verða gjørdar innan tað almenna samstundis.

Um USA, sum hevur heimsins størsta búskap sum samstundis eisini fær besta skotsmál frá ratingfyritøkunum, fer í eitt slag av gjaldssteðgi, so fær tað álvarsligar avleiðingar fyri allan heimsbúskapin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo