

Tá ið menn og kvinnur hava havt kynsligt samband, so kann maðurin næstan altíð lyfta báðar armarnar sigursælur upp í loft og anda nøgdur og nøktaður út.
Og ofta liggur kvinnan skuffað eftir. Tað var kanska hugnaligt, men har var ikki nógv sól, máni og stjørnur í sambandi við upplivingina.
Í USA verður hetta fyribrigdið rópt 'The Pleasure Gap'. Og er tað í botn og grund ein lýsing av ójavnanum sum hvønn dag er í sovikamarinum (og ja: í køkinum, bilinum og náttúruni) um allan heimin, har nógv fleiri menn enn kvinnur fáa kynsligan fulnað.
Tað sigur Laurie Mintz, professari á University of Florida, har hon granskar og undirvísur í seksualiteti og njóting.
- The Pleasure Gap handlar ikki um biologi, tað handlar um kultur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo