Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

ICES mælir til, at veiðan av toski í føroyskum øki næsta ár kann vera í mesta lagi 2.206 tons. Tað er ein minking upp á 65% í mun til tilmælið fyri 2021. Veiðan av hýsu í 2022 kann vera í mesta lagi 8.639 tons og er hetta ein minking upp á 24% í mun til tilmælið fyri 2021. Veiðan av upsa í 2022 í føroyskum øki kann hinvegin vera í mesta lagi 37.444 tons sum er ein øking upp á 37% í mun til tilmælið fyri 2021.

Altjóða havrannsóknarstovnurin kunngjørdi nýggjastu tilmælini í gjár. Tey eru bygd á nýggjastu stovnsmetingarnar.

Havstovan skrivar, at toskastovnurin á Landgrunninum hevur verið undir søguligum lágmarki síðani 2004.

- Í 2018 og 2019 var toskastovnurin oman fyri lágmarksstødd av gýtingarstovninum, men síðan 2020 hevur stovnsmetingin víst, at stovnurin aftur er undir hesum marki. Føroyski hýsustovnurin var í tíðarskeiðnum frá 2008-2017 undir markinum, har serlig verjutiltøk eru neyðug. Hýsustovnurin kom upp um hetta mark í 2018 og hevur verið í vøkstri síðan. Føroyski upsastovnurin er toluliga væl fyri og støddin á gýtingarstovninum er oman fyri tey mørk, har verjandi tiltøk eru neyðug.

Vánalig føðiviðurskifti í havinum síðan 2018 og meiri natúrligur deyði eru mett at vera orsøkir til, at stovnarnir ikki eru vaksnir, sum væntað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo