At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Havstovan: Mest loyvda veiðan í 2022 lækkar fyri allar tríggjar stovnarnar av uppsjóvarfiski. Makrelur lækkar við 7%, svartkjaftur við 19%, og norðhavssild við 8%.

- Fyri makrel er gýtingarstovnurin omanfyri burðardygga markið, men við nógv øktu veiðuni í 2021 verður mett, at veiðitrýstið við árslok verður væl oman fyri markvirðið.

- Fyri svartkjaft er tilgongdin mett at vera vánalig síðani 2017, og tí minkar stovnurin. Veiðitrýstið hevur síðani 2014 ligið oman fyri burðardygga hámarkið.

- Fyri norðhavssild hevur gýtingarstovnurin verið í støðugari minking frá 2008 til 2020, men í ár er góði 2016-árgangurin vorðin búgvin, soleiðis at gýtingarstovnurin kvinkaði eitt vet uppeftir og liggur oman fyri burðardygga markið. Tilgongdin eftir 2016 er mett at verða vánalig. Veiðitrýstið hevur síðani 2019 ligið oman fyri burðardygga hámarkið.

Fiskiskapurin eftir sild, makreli og svartkjafti hevur seinastu árini ligið 20-25% oman fyri vísindaligu ráðgevingina vegna ósemju um býtið av stovnunum. Í ár kann makrelfiskiskapurin væntast at fara 40% upp um tilmæltu veiðuna, um øll londini fiska alt, tey hava fráboðað.

Talvan niðanfyri vísir ICES tilmælini um mest loyvdu burðardyggu veiðu (tons) fyri makrel, svartkjaft og norðhavssild í 2022 og broytingarnar frá 2021 til 2022.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo