Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52 a fyrispurning frá Beinir Johannensen, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. 222.21 um barsilsútgjaldið og barsil til sjálvstøðug vinnurekandi

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvat kostar tað at hækka hámarksupphæddina í Barsilsskipanini við 1.000, 2.000 og 3.000 krónum?

2. Hevði verið neyðugt við einari hækkan av inngjaldinum?

3. Um ja, hvussu nógv?

4. Hvussu nógv sjálvstøðug vinnurekandi hava teknað trygging til Barsilsskipanina?

5. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at broyta treytirnar fyri útgjald hjá sjálvstøðugum vinnurekandi úr Barsilsskipanini?

Svar til spurning 1
Um hámarksupphæddin fyri útgjaldi úr Barsilskipanini verður hækkað við ávikavist 1.000, 2.000 og 3.000 krónum, verður tað mett at økja útgjaldið úr Barsilsskipanini við ávikavist 2,8 mió. kr., 5,8 mió. kr. og 8,9 mió. kr. Sí annars talvu niðanfyri.

##med2##

Svar til spurning 2
Seinast broytingar vórðu framdar í Barsilsskipanini varð miðjað eftir, at inngjøld og útgjøld verða í javnvág í 2026 – tá er hædd tikin til gongd í lønargjaldinum, økjandi pensjónsgjaldi o.ø.

Um útgjaldið úr skipanini á annan hátt skal økjast, t.d. við at hækkað hámarkið, so er samstundis neyðugt at økja um inngjaldið í skipanina.

Svar til spurning 3
Um hámarksupphæddin fyri útgjaldi úr Barsilskipanini verður hækkað við ávikavist 1.000, 2.000 og 3.000 krónum, verður tað mett at vera neyðugt at økja inngjaldið í Barsilsskipanina við ávikavist 0,016 prosentstigum, 0,032 prosentstigum og 0,049 prosentstigum.

Í mun til verandi inngjald á 0,86%, vildi hetta givið eitt nýtt inngjald í skipanina á ávikavist 0,876%, 0,892% og 0,909%.

Svar til spurning 4
88 sjálvstøðug vinnurekandi hava teknað sjálvbodna barsilspeningatrygging. Tó hava 46 av teimum ikki goldið fyri tryggingina og hava tí ikki rætt til barsilspening.

Svar til spurning 5
Inntøka frá sjálvstøðugum vinnuvirksemi er B inntøka, og tí verður hon ikki tald við í vanliga útrokningargrundarlagi í Barsilsskipanini. Sjálvstøðug vinnurekandi kunnu tó tekna eina sjálvbodna barsilspeningatrygging sambært § 20 í barsilslógini og kunngerðini um barsilspening til sjálvstøðugt vinnurekandi. Tryggingin, sum kostar 3.000 kr. um árið, gevur rætt til barsilspening grundað á inntøkuna frá tí sjálvstøðuga vinnuvirkseminum fyri síðst lokna roknskaparár áðrenn fráveruna. T.v.s., at tann sjálvstøðugi vinnurekandi fær eins nógv í barsilspeningi um mánaðin, sum hann hevur tjent í miðal um mánaðin roknskaparárið frammanundan. Tó í mesta lagi 25.000 kr. umframt eftirløn. Tryggingin skal hava verið í gildi í eitt ár, áðrenn hon gevur rætt til útgjald.

Hevur tann sjálvstøðugi vinnurekandi eisini havt A-inntøku, áðrenn barsilin byrjar, verður barsilspeningur rindaður viðkomandi bæði eftir teimum vanligu reglunum í mun til Ainntøkuna og eftir reglunum um sjálvbodna barsilspeningatrygging í mun til B-inntøkuna.

Nevnast kann, at barsilspeningur er A-inntøka, og tí skulu skattur, AM-gjald, heilsutrygdargjald, kringvarpsgjald, ALS-gjald og barsilsgjald rindast av barsilspeninginum.

Harumframt verður 12 % goldið í frítíðarløn. So hóast barsilspeningurin kann vera upp til 25.000 kr. umframt eftirløn, verður ymiskt drigið frá, áðrenn tann sjálvstøðugi vinnurekandi fær barsilspeningin útgoldnan – eins og hjá løntakarum.

Sum tað sæst av svarinum til spurning 4, eru tað sera fá sjálvstøðug vinnurekandi, sum tekna sjálvbodna barsilspeningatrygging. Fyri at økja um vitanina til barsilspeningatryggingina fyri sjálvstøðug vinnurekandi er Umhvørvis- og vinnumálaráðið farið undir eitt kunningarátak.

Sum ein liður í kunningarátakinum hevur Umhvørvis- og vinnumálaráðið saman við Vinnuhúsinum gjørt eitt yvirlit yvir, hvørjar arbeiðsmarknaðarskipanir eru tvungnar, og hvørjar eru sjálvbodnar í mun til teir einstøku virkisformarnar. Fyri at fáa kunningina út til tey sjálvstøðugu vinnurekandi liggur yvirlitið á Íverksetaraportalinum. Íverksetaraportalurin er ætlaður sum ein amboðskassi við skjótari og lættari atgongd til vitan og slóðir, sum íverksetarum tørvar. Harumframt er kunning um tryggingina á sjónligum staði á heimasíðuni hjá Barsilsskipanini, og tá ið einstaklingavirkir verða sett á stovn, upplýsir TAKS, at tað er neyðugt at tekna eina sjálvbodna barsilspeningatrygging fyri at fáa barsilspening.

Tað stutta svarið til fimta spurningin er, at ætlanin er ikki at broyta treytirnar fyri útgjaldi til sjálvstøðug vinnurekandi. Tó má ásannast, at skipanin verður lítið brúkt, og tí verður neyðugt at endurskoða skipanina í síni heild.

Magnus Rasmussen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo