Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. SS-006/2021 eftir § 53 í Tingskipanini frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum. Um framtíðarstøðu Kringvarp Føroya.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er landsstýrismaðurin kunnaður um fíggjarligu støðuna hjá Kringvarpi Føroya?

2. Ætlar landsstýrismaðurin at gera nakað við fíggjarligu støðuna, og í so fall hvat?

3. Hvørjar fíggjarligar frymlar sær landsstýrismaðurin fyri sær sum fíggjarligt grundarlag undir stovninum?

4. Metir landsstýrismaðurin, at Kringvarpið fær røkt sínar við lóg áløgdu skyldur við verandi fíggjarligu fortreytum?

5. Hvønn leiklut sær landsstýrismaðurin fyri sær, at Kringvarpið hevur um 5 ár?

6. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er neyðugt at hava ein almennan stovn sum Kringvarp Føroya í føroyska samfelagnum?

Svar
Til 1: Eg eri sum landsstýrismaður í fjølmiðlamálum kunnaður um fíggjarligu støðuna hjá Kringvarpi Føroya.

Til 2: Eg havi í eina tíð arbeitt við at gera nakrar broytingar í løgtingslóg um kringvarp, og uppskotið verður eftir ætlan borið Løgtinginum í næstum. Fyrispurningurin er settur mitt í hesi tilgongd, men eg kann siga frá, at ætlanin er at bøta um fíggjarligu støðuna við at prístalsjavna kringvarpsgjaldið.

Til 3: Eg havi í lógaruppskotinum skotið upp at lætta um hjá smærri virkjum og stovnum og sett upp yvirlit í lógaruppskotið yvir inntøkurnar hjá Kringvarpinum við nýggjum gjaldstiga og prístalsjavning. Harumframt hevur Kringvarpið sambært grein 8 heimild at hava inntøkur frá eydnuspølum, kunngerðarinntøkum, sponsorering sambært grein 8, stk. 4 og øðrum virksemi, sum er knýtt at uppgávum stovnsins. Mett verður, at vaksandi fólkatalið - og ætlaða prístalsjavningin - við tíðini fara at betra um inntøkugrundarlagið hjá Kringvarpinum.

Til 4: Eg meti at Kringvarpið megnar at røkja sínar lógarkravdu skyldur, tó væl vitandi um, at røddir eru, sum meta at játtanin átti at verði væl hægri. Óivað er her talan um, sum í flestu av lívsins viðurskiftum, at vit øll kundu røkt flestu arbeiði og skyldur okkara betur, kanska enntá væl betur, um fíggjarligu rásarúmini vóru rúmari.

Stovnurin bjóðar fram tænastur og sendingar í samsvari við lógarinnar tekst, men tað hevði verið ynskiligt, at tað var møguligt, at útboðið á serliga sjónvarpsmiðilinum av eitt nú upprunaføroyskum tilfari, mentanarsendingum og barnasendingum og tekstaðum sendingum var enn størri.

Til 5: Miðlaheimurin broytist nærum frá degi til dags, og kappingin við serliga tøknirisar og stroymingartænastur er hørð. Skal almenna Kringvarpið megna hesa kapping, má eitt miðvíst, dygdargott og framsýggi arbeiði hvønn dag leggjast úr hondum. Vón mín er, at Kringvarpið, serliga við atliti at komandi ættarliðum, føroyska málinum, barnasendingum og mentanar- og trúarsendingum verður ein savnandi miðil fyri allar føroyingar, eisini um fimm ár.

Til 6: Persónliga hevur landsstýrismaðurin í mong ár tosað fyri einum øðrvísi almennum kringvarpsleisti. Hevur víst á, at íbúgvar landsins sjálvir eiga at kunna gera av, um og hvørjum fjølmiðlum, almennum og privatum, teir stuðla við skattakrónum sínum. Men enn hevur undirtøka ikki verið fyri slíkum leisti, og ilt er at spáa um, hvønn veg komandi ár føra okkum á hesum øki.

Jenis av Rana
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo