

Ikki full semja er á eykaaðalfundinum hjá SEV í dag. SEV vil sleppa at hækka kilowatt prísin við 25 oyrum, og vil hava eykaaðalfundin at taka undir við hesum. Men tað smakkar ikki øllum eigarunum, sum eru kommunurnar, væl, at SEV ætlar at hækka prísin so nógv. Skotið er upp, at prísurin hækkar minni, kanska eini 10 oyru, og so verður restin funnin við innanhýsis sparingum hjá SEV.
Aðalfundurin hevur í morgun fingið at vita, at SEV eftir sínum dagførdu ætlanum bert fer at hava eitt yvirskot á 21 mió kr í ár, sum er einar 30 milliónir minni enn upprunaliga ætlað. Tað er serliga hækkaði oljuprísurin sum er orsøk til versnandi úrslitið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo