Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-202/2021 frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
Hví er spakin ikki settur í enn til nýggja Húsarhaldsskúla Føroya?

Svar
Orsøkin til, at spakin ikki er settur í til nýggja Húsarhaldsskúla Føroya, er, at Uttanríkis- og mentamálaráðið ikki hevur givið skúlanum tilsøgn um stuðul til byggingina.

Ein høvuðsorsøk til, at tilsøgnin ikki er givin, er, at verkætlanin, eftir at tilboðini eru komin inn, er dýrari enn mett, og sum lagt er upp til í galdandi heimildarlóg um studningslán til at byggja húsarhaldsskúla í Klaksvík, har landsstýrismaðurin hevur fingið heimild at veita 21 mió. kr. í stuðli.

Henda upphædd vísir seg nú at vera ov lítil, og neyðugt verður tí at broyta galdandi heimildarlóg, um verkætlanin skal fremjast fyri nýggja kostnaðin.

Umframt endaliga byggikostnaðin eru eisini onnur ivamál, sum Uttanríkis- og mentamálaráðið vil hava fult greiði á, áðrenn nøkur tilsøgn um stuðul til bygging verður givin. Samskift verður við skúlan um kostnaðin og hini viðurskiftini, sum ivi er um.

Jenis av Rana
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo